Kenda enska blaðið The Guardian hevur gjørt eitt yvirlit yvir 50 fólkaatkvøður um fullveldi, sum hava verið hildnar kring heimin síðani 1846.
Á yvirlitinum er eisini fólkaatkvøðan í Føroyum, sum varð tann tiltikna dagin 14. september í 1946. Ein fólkaatkvøða, sum føroyingar enn eru ósamdir um.
Yvirlitið hjá The Guardian sýnir, at í 88 prosent av førunum atkvøtt hevur verið um fullveldi, so hava londini vunnið sær fullveldi. Í snitt hava 82,9 prosent av veljarunum, sum hava verið á fólkaatkvøðu atkvøtt fyri, at land teirra skal hava fullveldi. Á yvirlitinum síggjast eisini fólkatkvøðurnar í Noregi í 1905, og í Íslandi í 1944.
Sera áhugaverda yvirlitið hjá The Guardian sæst her :









