Eitt ?ynski? setti teir í klemmu

- Vit undra okkum yvir, at bústjórarnir, sum báðir eru løgfrøðingar, hjálptu okkum við umsóknarbløðunum, tá vit kortini ongan ALS-stuðul kunnu fáa, siga ónøgdir fiskimenn. Fiskimenn, sum Faroe Fish II í konkurs, segði úr starvi, fáa ikki arbeiðsloysisstuðul, tí trotabúgvið í uppsøgnini sigur, at ?... í tann mun viðkomandi trolari/-ar fara til fiskiskap í uppsagnartíðini, so ynskir búgvið inntil víðari, at tygum halda tygum tøkan til hetta...?

Men hóast hetta ?ynski? hjá trotabúnum, hjálptu bústjórarar fiskimonnum at fylla út umsóknarblað til ALS.

Tá so svarið hjá ALS upp á hesar umsóknir kemur, sýtir skipanin fyri at ganga umsóknunum á møti, tí ?tøkur á arbeiðsmarknaðinum er tann, sum ikki hevur tilknýti til arbeiðsgevara...?

Fiskimenn fáa í skrivi frá ALS at vita, at ?umsókn tygara kann sostatt ikki gangast á møti...?.

Umsøkjarar fáa eisini at vita, at ?... um so er, at tygum fara at verða fríttstillaður í uppsagnartíðini, eru tygum vælkomin at søkja um arbeiðsloysisstuðul av nýggjum...?

Fiskimenn, sum hava vent sær til Portalin, halda tað vera undarligt, at eitt ?ynski? hjá bústjórunum skal vera avgerandi fyri, um teir kunnu fáa arbeiðsloysistuðul ella ikki.

- Vit undra okkum eisini yvir, at bústjórar, sum eru løgfrøðingar, hjálptu okkum við umsóknarbløðunum, tá vit kortini ongan stuðul kunnu fáa.

Fiskimenninir halda eisini, at tá teir hava søkt um arbeiðsloysisstuðul, eiga teir samstundis at metast sum tøkir á arbeiðsmarknaðinum.