- Flestu gomlu næmingar eru vinir okkara.
Sámal í Skorini bjóðar vælkomin í fullsettu auluni á Studentaskúlanum á
Kambsdali, har eini hálvtriðhundrað fólk hava leitað sær innar.
Rektarin er væl upplagdur, tá hann tosar um sín skúla, sum vil vera ein
virkin og sjónligur partur av lokalsamfelagnum í norðara parti av landinum.
Partur av hesi ambitión eru hálvárligu kvøldseturnar við sangi, tónleiki og
øðrum tiltøkum, sum hava verið fastur táttur seinastu fimm árini.
Sámal greiðir frá uppgávu skúlans, ið er at læra næmingarnar at taka
við abjóðingum á sosiala, mentunarliga, lestrarliga og vinnuliga økinum. Og
hann fegnast um næmingarnar, ið koma hvør úr sínum herðashorni til
skúlaumhvørvið á Kambsdali, ið sostætt byggir brýr millum lokalsamfeløgini og ymiskar
lívsfatanir og hugsjónir.
Hvat fekk eg burturúr
Á langu, gulu gongum skúlans hanga tey øll. Næmingar skúlans, ið millum ár
og dag hava fingið húgvuna á høvdið. Ein av persónunum á myndini frá 1987
fekk ein av døgunum eina uppringing á skrivstovu síni í London.
- Hvat fekk eg burturúr studentatíðini?
Rúni M. Hansen smílist. Hann er komin aftur á slóðina at hugleiða um tíðina
á Kambsdali, um førningin og førleikan, ið studentatíðin gav honum.
Rúni hevur lisið cand.merc í Keypmannahavn, síðan tikið eina MBA-grad í
Bretlandi, arbeitt á Vónini og Skipafelagnum áðrenn hann í 1997 fekk starv
hjá Statoil í Keypmannahavn. Síðan hevur hann arbeitt á ymsum deildum hjá norska
oljurisanum, og situr í dag sum stjóri fyri leitingini hjá Statoil í Føroyum og er harumframt Business and Planning Manager í leitiarbeiðnum hjá Statoil í Evropa.
- Tað stuttliga er, at eg minnist bara tað góða.
Rúni peikar á floksmyndina frá '87. Rektarin hevur biði hann greiða frá
floksfeløgum sínum. Har eru politikararnir Aage Arnoldsen og Helgi
Abrahamsen, Peter Holm á Kaupting, fysioterapeuturin Álvur Hansen. Hann
nevnir tey øll. Jákup Meinhard, frá Søldarfirði, sum nú býr í Vestmanna;
Petur Ovi úr Fuglafirði, sum er í Århus; Julia, ið býr í grannalagnum í Havn, Ingun úr Klaksvík; Paula , sum býr í Danmark; Simona av Morkranesi, sum býr á Tvøroyri; Gerda úr Klaksvík; Elna úr Runavík; Eyðgerð, sum býr í Keypmannahavn og uttast Daisy úr Fuglafirði. Afturat hesum var ein genta úr Klaksvík í flokkinum. Rúni smílist.
- Her fann eg hana, sum seinni gjørdist kona mín, sigur hann og hyggur
upp á Kalu, ið er við á kvøldsetuni.
- Og fyri fyrstu ferð í lívinum tók eg tá glabbeintur undir við bólkaarbeiðinum í skúlanum, leggur hann skemtandi afturat.
At taka støðu
- Tað, sum eg fyrst og fremst lærdi í studentatíðini var, at ein bleiv konfronteraður. Skal eg hetta ella skal eg hatta, greiðir Rúni frá.
- Ofta verður sagt, at í studentatíðini loyvir ein sær alt. Men hetta kann eisini vendast til nakað positivt, tí samtíðis verður tú noyddur at taka eina støðu.
Rúni kemur inn á fysik- og kemirapportirnar og stílarnar, sum tey ikki altíð hildu mundu fara at geva tað stóra.
- Men tú lærdi at levera. Og tú lærdi at analysera. Eginleikar, ið ein fær brúk fyri alt lívið.
Eight days og rap
At studentaskúlin ger nakað fyri at liva upp til sínar sosialu og mentanarligu ambitiónir fekst sjón fyri søgn hóskvøldið.
Eyðun á Lakjuni, ið hevur verið tónlistarliga drívmegin á skúlanum seinastu mongu árini, hevur nógvar trumfar í ermuni.
Og tá næmingar úr 1.y, við undirspæli frá Maggie Jacobsen, leggja fyri við Beatles-slagaranum "Eight days a week" eru áhoyrararnir við.
Hinir matematisku smølfarnir vilja ikki standa aftanfyri og borðreiða við einum saftigum rappsangi, sum í røttum rapparastíli gevur hinum næmingunum, skúlaflokkunum, handilsskúlanum og øðrum við turt uppá. Men við einum skálkabrái, skilst. Teir tríggir rapparnir, Jákup Justinussen úr Leirvík, Oddmar á Lakjuni úr Klaksvík og Ovi Magnussen av Toftum hava sjálvir gjørt orð og lag, og framførdu fyrstu ferð, tá framhaldsdeildir
fólkaskúlans herfyri vitjaðu á Kambsdali.
Á týskum
Gjøgnumgangandi fyri kvøldseturnar á Studentaskúlanum á Kambsdali er, at
lærugreinirnar skiftast um at skipa fyri einari framførslu. Hesaferð eigur
týskt tørn, og Steingrím Abrahamsen og hansara málsligu 2.árs næmingar
framføra brot úr filminum "Goodbye Lenin", sum herfyri varð innstillaður til eina Oskar-virðisløn fyri besta film á øðrum máli enn enskum.
Hálvt ár undan kvøldsetuna verður gjørt av, hvør lærugrein skal standa
fyri tørni, og á rektaranum skilst, at tað er ávís kapping í hesum sambandi.
- Ja, tað hevur helst nakað við fakliga stoltleikan at gera, sigur Sámal
í Skorini við einum brosi.
Úr Carmen til Muse
Eftir kaffimunn og heimabakað afturvið skiftir stílurin yvir í klassiska tónleikin. Úrmælingarnir á tvørfloytu, Bodil Simonsen av Glyvrum og Fríðhild Hansen úr Runavík, ið báðar ganga á skúlanum, vunnu fyri tíð síðan kapping millum tvørfloytuleikarar úr øllum Evropa, ið Berlingske Tidende skipaði fyri.
Hetta hóskvøld á Kambsdali vísa tær, saman við Vár Hansen úr Fuglafirði
og russiska musikskúlalæraranum Katju Volovskaja, hvør dugur er í teimum,
tá tær fýra violinirnar spæla brot úr operaini Carmen hjá Georges Bizet.
Umvegis svingandi tónar sum "Got you on my mind", ið 3.árs næmingar
framføra, endar kvøldið við einum braki.
- Eg bara ávari tykkum.
Fleiri ferðir áðrenn skrúvað verður upp fyri progressiva, harða og Radiohead inspireraða tónleikinum hjá bretska bólkinum Muse, ið næmingar hegnisliga
framføra, roynir Eyðun á Lakjuni at fyrireika áskoðararnar upp á eitt sindur av larmi.
Men hóast oyruni á fleiri áskoðarum eftir aldrinum at døma kanska eru
meira til Magna Christiansen enn Muse, so blíva eisini tey sitandi. Og tá Símun Olsen av Toftum skrálar "I want it out, I want it out ? give me complete control", so fær hann tað eisini.
Kapping
Fyri fyrstu ferð varð várkvøldsetan í ár flutt til fyri 15. marts, ið er dagurin, tá umsøknirnar um upptøku til miðnámsskúlarnar skulu vera inni. Og sum nakað nýtt hevur skúlin sent 9. og 10. flokkunum í Eysturoynni og Norðoyggum innbjóðing til kvøldsetuna.
Spurdur, hvørt hetta er eitt taktiskt trekk í kappingini við hinar miðnámsskúlarnar, dregur rektarin eitt sindur á.
- Eg vil ikki siga, at tað endaliga er við tí fyri eyga. Men vit vilja gjarna koma á tal við tey ungu, ið møguliga skulu velja sær eina útbúgving, sigur Sámal í Skorini. Hóast freistin ikki er úti metir hann seg hava fingið fleiri umsøknir í ár, sammett við í fjør. Orsøkin metir Sámal í Skorini millum annað vera, at størri árgangir eru á veg, men eisini ger støðan í samfelagnum sítt.
- Tað tykist ikki vera líka lætt hjá teimum ungu at fáa arbeiði í ár sum fyri einum ári síðan. Og tað sæst aftur í talinum av umsøknum til miðnámsskúlarnar.
- 22 ára royndir vísa mær, at tá tíðirnar versna fyllist húsið, og í góðum tíðum er minni trokan. Men soleiðis eigur tað eisini at vera, leggur Sámal í Skorini afturat.