Tað sýnist at vera umráðandi fyri løgtingsformannin og løgmannin at gjøgnumtrumfa Føroyar til eitt valdømi beinanvegin? Uttan teirra medvirkan, so verður tað ikki.
Próvgrundirnar eru: Fyri tað fyrsta, at kommunurnar vera færri?
Fyri tað næsta, at undirstøðarkervið bindur Føroyar saman?
Løgtingið skal føra landspolitikk - ikki lokalpolitikk?
Tað verður meira demokrati?
Men hyggja vit at próvgrundunum, so halda tær ikki. Somu løgtingspolitikkarar hava ikki tora at gjørt ein kommunureform, tí hava vit enn meira enn 40 kommunir. Undirstøðukervið bindur bara ein part av Føroyum saman - tvær stórar og flestu smáar oyggjar eru ikki samanbundnar enn - og tað vera tær ikki í nógv ár.
Um løgtingið fer at føra annan politikk, tá meira enn helmingurin av løgtingslimunum eru úr Streym- og Eysturoy, so verður tað bert meira miðsavnan og meira flytan til miðjuna, sum úrslit. Er tað kanska eisini endamálið hjá summum politikkarum?
Bert Grønland hevur eitt valdømi av londum rundan um okkum - úrslitið er kent - alt til og rundan um Nuuk - tí har búgva flestu landstingslimirnir. Øll hini londini tilgóðasíggja útjaðaran mótvegis stórbýum, og meta tað at vera meira demokratiskt.
Undarligt at okkara fremstu menn halda tað øvugta? Eru teir nú vornir bangnir fyri, at Eysturoyar valdømi og Suðuroyar valdømi fara at vraka politisku oddarnar til eitt komandi val? Er tað tí, málið hevur sovornan skund? Nei, eg trúgvi tí ikki.
Tíðin er als ikki búgvin til eitt valdømi. Skuldu vit komið til tað niðurstøðu, at eitt valdømi skuldi roynast, so eiga vit fyrst at binda Føroyar saman og kanska gera okkum til eina kommunu, so hava øll somu møguleikar og okkum tørva færri høvdingar tá.
Livst so spyrst!