Eitt val um arbeiði

Fimti hvør svii niðan fyri 25 ár er arbeiðsleysur, og arbeiðsloysið er høvuðsspurningurin upp undir ríkis­dags­valið sunnudagin

Tann 21 ára gamla Charity Odum sendi 200 umsóknir um arbeiði tann fyrsta mán­aðin, eftir at hon var vorðin arbeiðsleys. Men svarið var tað sama allastaðni. Einki arbeiði til hennara.
Hon er ikki einsamøll. Í gjár høvdu teir borgarligu flokkarnir eina lýsing í øllum teimum stóru svensku bløðunum, har sagt varð, at Svøríki er á odda í heim­inum, tá tað snýr seg um arbeiðsloysi millum tey ungu. Heilt rætt var tað ikki, tí sambært hagtølunum hjá ES hevur Svøríki tað fjórðistørsta arbeiðsloysið í Vesturevropa millum fólk niðan fyri 25 ár.
Tað eru teir borgarligu flokkarnir, sum hava drig­ið arbeiðsloysið upp í val­stríðið, og teir lova fleiri arbeiðspláss, sleppa teir at skipa stjórn. Tað kemur ikki sosialdemokratunum væl við.
 Sjálvandi hevur tað stóran týdning, at fólk hava arbeiði. Sjálvur havi eg ein son, sum hevur søkt arbeiði í fleiri mánaðir, sigur Jan Eliasson, uttanríkisráðharri, við Dagsavisen. Í sínumn valrøðum og sum uttan­ríkis­ráðharri leggur hann dent á støðu Svøríkis úti í heimi, men hann ásannar, at fólk vilja heldur hoyra um arbeiði enn uttanríkispolitikk.
Í mótálop
Teir borgarligu andstøðu­flokkarnir vilja vera við, at í veruleikanum er arbeiðs­loysið í Svøríki umleið 20 prosent, um øll verða tikin við. Teirra boðskapur er at lækka skattin og ar­beiðsloysisstuðulin fyri at fáa fólk til arbeiðis. Har­aftur­at ætla teir, at arbeiðs­gevarar, sum seta ungfólk í arbeiði, skulu gjalda hálvt arbeiðsmarknaðargjald.
Sosialdemokratarnir hava undir valstríðnum hildið uppá, at arbeiðsloysið mink­ar, og Göran Persson, for­sætisráðharri, hevur sagt, at arbeiðsloysið fer at koma niður ímóti fýra prosentum í heyst.
Tað eru kortini mong, sum halda, at stjórnin hev­ur lagt ov lítlan dent á arbeiðsloysið hetta seinasta valskeiðið. Sunnudagin fáa vit at síggja, at tólv ára sosialdemokratiskt stýri fer fyri bakka orsakað av arbeiðsloysinum. Göran Pers­son hevur skilt, at tað kann henda, og tí er hann farin í mótálop. Teir sein­astu dagarnar hevur hann nýtt hvørt einasta høvi til at finnast at ætlanini hjá teimum borgarligu at skerja arbeiðsloysisstuðulin og av­lamispensjónirnar. Og tað virkar.
 Eg ætli mær at velja Persson. Eg kenni meg ikki trygga, um teir borgarligu vinna. Vit mugu eisini hava okkurt at liva av, tá vit einki arbeiði hava, sigur Charity Odum við Dagsavisen.

47,9 - 47,3

So javnt verður svenska ríkisdagsvalið sunnudagin, um tann seinasta veljarakanningin heldur. Kanningin, sum stovnurin Sifo hevur gjørt, varð almannakunngjørd í morgun, og hon gevur stjórnarsamgonguni 47,9 prosent av atkvøðunum og teimum fýra borgarligu andstøðuflokkinum 47,3 prosent.