Nú er aftur eitt uppskot um tunnil lagt fyri Løgtingið.
Tað er langt síðani, at teir báðir tinglimirnir úr samgonguni, Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm, gjørdu greitt, at teir taka ikki undir við ætlanini at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin.
Teir hava tískil lagt sítt egna uppskot fyri samgonguna um at gera eitt alment tunlafelag, við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.
Hesir báðir tunlarnir hava ein eginpening á einar 400-500 milliónir, sum síðani verða sett í trygd fyri einum láni til at gera Eysturoyartunnilin fyri.
Soleiðis kann farast undir at gera Eysturoyartunnilin sum skjótast. Samstundis skulu inntøkurnar úr Norðoyatunlinum og Vágatunlinum brúkast sum trygd fyri láninum til Eysturoyartunnilin, men bara til Eysturoyartunnilin er liðugur.
Tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur, verðu trygdin flutt yvir á hann og so eru Norðoyatunnilin og Vágatunnilin leysur av Eysturoyartunlinum sostatt verður hann ikki til bága fyri tey, sum koyra ígjøgnum hann.
- Harafturat hava vit sett í lógina, at tað skal ikki bera til at hækka prísin fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Samstundis skulu fyrireikingarnar til Sandoyartunnilin byrja, soleiðis at tað verður klárt at fara undir hann, beint sum Eysturoyartunnilin er liðugur.
Liggur klárt
Bjarni Djurholm sigur, at teir hava ikki fingið undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum og tískil hava teir nú borið tað niðan í Løgtingið.
Ætlanin við tí er, at tað skal liggja klárt at leggja fram á næsta tingfundi.
Teir báðir hava sett sær fyri, at Løgtingið skal hava høvi at taka støðu til málið, so fáa teir framvegis ikki undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum, fara teir at leggja tað fyri Løgtingið, so at tað kann koma til viðgerðar.
Teir báðir siga, at soleiðis ber til at gera bæði Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil, uttan beinleiðis at tyngja landskassan, tí inntøkurnar av Eysturoyartunlinum eru ríkiliga stórar til at fíggja Sandoyartunnilin.
Samstundis halda Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen, at hetta er einasti máti at Sandoyartunnilin kann gerast.