Eitt týskt mállæruhjól til skúlabrúks

Nám hevur gjørt eitt týskt "mállæruhjól" til skúlabrúks

 

– Hjólið er ætlað øllum næmingum í týskum, sum vilja hava við hondina tað, teimum tørvar mest í staðin fyri aftur og aftur at leita í mállærubókum.

 

– Nú er munandi lættari og skjótar at arbeiða við mállæru í týskum – og stuttligari, sigur Maria Heradóttir, ritstjóri á Námi.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra hana greiða frá, hvussu hetta mállæruhjólið kann brúkast at læra okkum alt um týska mállæru.