Eitt stumt skríggj frá unga ættar­liðinum

 Mítt ættarlið hevur langt síðani góðtikið, at vit hava dripið Gud og lært okkum at liva við ringari samvitsku, sigur 20 ára gamli listamaðurin Jóannes Lamhauge. Í síni list avdúkar hann eirindaleyst, hvussu menniskju royna at skapa sær sína egnu lítlu meining úr meiningsleysa heiminum, teimum stendur í boði

Onkur hevur hug at flenna. Onnur eru líka við at venda útaftur, tá tey síggja myndirnar hjá Jóannes Lamhauge. Og reak­tiónirnar passa unga lista­manninum fínt.
 Slíkt eru jú verjumekanismur, vit brúka, tá vit kenna okkum pínliga rakt. Meiningini við myndunum er sjálvandi at raka okkurt í fólki, sigur Jóannes, sum við framsýningini Fepur Liturgi í Smiðjuni í Lítluvík herfyri hevði valt at ústilla tilveruna í øllum sínum absurda meiningsloysi.
Eins og hjá savnandi ímyndini á framsýningini Eklektikarin er ikki so nógv annað hjá okkum at gera enn hvør í sínum lagi at skapa okkara egnu lítlu lív úr tí, sum nú einaferð bjóðar seg fram.
Meiningsleys ringrás
Stóra myndin Eklektikarin og tannbustin beint innan fyri hurðina leggur ikki fingrarnar ímíllum. Á myndini sæst ein væl vaksin murtur endurgivin niður í minasta smálut. Á einum borði við síðuna av stendur eitt glas við eini tannbust í reyðari vætu, ið líkist blóði. Nakni sannleikin er skorin inn á bein. Men hóast myndin er áleypandi, kennist hon ikki í nánd so órógvandi, sum eitt nú Eklektikarin og konan, har bæði sita nakin í somu song, men í hvør sínum heimi. Við rygginum til situr konan við eini kavakúlu í hondini, meðan eklektikarin situr og starir hugtikin niður í eina stikkdós, har útgangandi stikkið er sett í sjálva dósina. Tað tykist, sum er hann ikki sørt errin av hesum avriki, hóast tað illa fær verði meir meiningsleyst. Avdúkingin tykist næstan óneyðuga eirindaleys.
 Eg kundi sjálvandi latið hann í klæðir ella latið leidingin farið inn í eina kontakt á vegginum. Men so hevði eg ikki sagt nakna sannleikan um, hvussu meiningsleyst lívið hjá teimum báðum í grundini er. Tey vita bara ikki av tí, í hasi løtuni, eg havi fryst tey føst, sigur Jóannes og hyggur grunandi at myndini
 Beint nú eru tey í grundini rættiliga væl nøgd við støðuna ...
Modernaða skríggið
Tilsipingin til, at tey bæði bara royna at fáa sum frægast burtúr tí lítla, tey hava, verður enn meir klaustrofobisk í myndini Eklektikarin, har ein nakin maður stendur hugtikin og pissar í hondina á sær sjálvum. Tú byrjar at hoyra orðini sum at pissa í buksirnar fyri tær, men á myndini sleppur eklektikarin at missa seg sjálvan burtur í fjálgu løtuni, lukkuliga óvitandi um kuldan, sum bíðar.
 Tú kanst síggja myndina sum eina modernaða útgávu av skrígginum hjá Munch, sum eitt útrykk fyri eini ekistentiellari angist fyri tí hypermodernaða samfelganum. Eitt stumt skríggj frá einum ættarliði, sum er hildið uppat at rópa hart, sigur Jóannes og sipar til sítt egna ættarlið av ungum í 20unum.
Jóannes minnir á, at hetta er eitt ættarlið, sum langt síðani hevur góðtikið, at heimurin er absurdur, og at tey hava dripið gud. Men tey leggja ikki so nógv í tað, tí tey hava lært at liva við ringari samvitsku. Tey tíma ikki at gráta meir ella rópa og skrála øðina út. Slíkt hoyrdi 80ara ættarliðnum til, punkrørsluni við Michael Strunge á odda til dømis, har tað ráddi um at vendan ranguna út og útstilla sína vreiði so demonstrativt, sum gjørligt.
 Handan tíðin er farin, og í staðin hava vit fingið eitt ótrúliga góðskutilvitað brúkaraættarlið, sum hevur valt at trína við í dansin um gullkálvin, men út frá egnum treytum eitt nú við at keypa sær upplivingar og kenslur. Vit vænta ikki, at nakar kemur og broytir heimin fyri okkum, men royna bara at fáa sum frægast burturúr tí, sum bjóðar seg fram, sigur Jóannes.
Avsporað føroysk myndlist
Á tann hátt er Fepur Liturgi eisini eitt dømi um, at Jóannes brúkar listarligar siðvenjur, sum tað passar honum. Her hevur nakni mannfólkakroppurin yvir­tikið siðvanda plássið hjá kvinnuni, meðan nakinleikin er sum blástur fyri alla erotiska atdráttarmegi. Samstundis hevur nógv brúkta bíbilska myndevnið, ið ímyndar bardagan hjá Jákupi við eingilin, fingið ávísar homoseksuellar undirtónar.
Við soleiðis at brúka og endur­brúka listarligar siðvenjur skapar Jóannes sær ikki bara sítt egna listarliga rúm at virka í. Tað skal eisini skiljast sum eitt mótspæl til føroyska listarliga siðvenju, sum eftir hansara tykki er vorðin eitt slag av rindalismu, sum er í ferð við at køva alla nýskapandi list.
 Mítt ættarlið er vaksið upp við eini føroyskari listarligari siðvenju, sum eftir mínum tykki er fullkomiliga avsporað. Hon er úrslit av, at ein lítil eliterur kritikarahópur er sloppin at trútta niður í okkum, at skalt tú gera tær vónir um at skapa sanna list, mást tú helst hava Mikines sum fyrimynd ella mála landsløg. Í mínum eygum er onki meir syrgiligt enn at síggja eitt ungt listafólk sita og mála landsløg út frá eini sannføring um, at hetta er tað, man eigur at mála, sigur Jóannes, sum heldur stóra trupulleikan í Føroyum vera, at tað eru so fáir listakritikarar.
 So leingi ongin mutar ímóti, fær hendan avmarkandi listafatanin ein einaráðandi leiklut sum stoypiskeiðin, øll onnur skulu skapast í, sigur Jóannes, sum við málninginum Eklektikarin og sonurin gev­ur sítt boð uppá, hvussu hesin parturin av føroyska mentanararvinum verður hand­aður yngri ættaliðum. Á myndini stendur tann eldri og sker tann yngra á háls, meðan øll, bæði yngra og eldra ættarliðið umframt listin sjálv á vegginum, hava fingið bind fyri eyguni.
Íblástur
Ikki óvæntað, er lítil føroyskur íblástur at hóma í málningunum hjá Jóannes. Stóra drívmegin tykist fyrst og fremst vera ein hugur at pallseta menniskju á ein hátt, sum var listamaðurin leikstjóri í einum sjónleiki. Íblásturin frá danska málaranum Michael Kvium letur seg heldur ikki fjala í mátanum pallsettu myndirnar bæði hugtaka og vekja vaml í senn. Kvium verð­ur av mongum mettur at vera ein tann mest markanti og kompromisleysi danski málarin við einum serligum hegni at viðgera tabuevni uttan at gerast moraliserandi. Nakað av tí sama sæst í myndunum hjá Jóannes, har svarti humorin gevur áskoðaranum hug at flenna umberandi  ikki eftir hesum ússaligu lívunum men heldur teirra vegna. Inn ímillum fær listamaðurin eisini flættað óvæntaðar glottar av vakurleika, sum tá eklektikarin stendur og pissar í hondina, og droparnir næstan verða skínandi perlur sum smáar perur á einum jólatræ. Samstundis geva neyvu grafisku strokini myndunum ein nærum glansbílætakendan dám, sum fær einsligu kropparnar at síggja enn meir einsamallar og naknar út.
Myndlistin við at doyggja út
Grafiski stílurin minnir á, at Jóannes dagliga starvast sum grafiskur sniðgevi. Spurdur, hvønn veg hansara listarliga leið ætlandi gongur, sigur Jóannes, at viðvíkjandi tí myndlistaraliga verður tað ivaleyst okkurt innan grafiska sniðgeving. Í øllum førum dugir hann illa at ímynda sær, at hann fer at mála hetta slagið av málningum um eini 10 ár.
 Eftir mínum tykki er tað lítil ivi um, at málningalistin, sum vit kenna hana, er í ferð við at doyggja út. Nútímans teldutøkni ger til dømis, at eg kann um­skapa eina fotomynd til ein málning eftir fáum minuttum. Tá sigur tað seg sjálvt, at ein málningur ikki longur verður nóg forkunnungur, til at fólk tíma at brúka tíð uppá hann. Tað sama hendi jú, tá fototólið gjørdist hvørs mans ogn  tá hildu fólk eisini uppat at mála neyvar eftirlíkningar, sigur Jóannes, sum sjálvur væntar, at tað verður innan tónleik, film og sjónleik, vit fara at síggja stóru listarligu frambrotini.
 So skalt tú seta tíni spor innan málningalist, mást tú heldur skunda tær, sigur Jóannes og forklárar samstundis um­síðir, hví hann hevur stroytt gólvið í Smiðjuni við hvítum gásafjarðum.
 Vit ávirkast jú allatíðina av tí, vit uppliva, og taka tað uppá onkran máta við okkum víðari í lívinum. Vit hava miðjan februar, og fjarðar hava jú tað við at klistra seg fastar í vátar vetrarskógvar. So vónandi hava fólk eitt lítið minni um tað, tey sóðu og upplivdu herinni, við sær, tá tey fara útaftur ...