Eitt stórt trol rak upp á land

Herfyri boðaði ein borgari Sands kommunu frá, at eitt stórt trol var rikið upp á land Yviri í Urð.

Fólk eru tíbetur vorðin meira bevíst um tað, sum liggur og sløðist og skemmir í náttúruni.

 

Soleiðis var eisini herfyri, tá ein borgari á Sandi sá eitt stórt trol liggja og rekast í fjørðuni Yviri í Urð.

 

Gróthúsvatn og umhvørvið um hesar leiðir er náttúruvakurt, og eftir vegnum millum vatnið og fjøruna koyra oyggjafólk og ferðafólk, sum vitja í Søltuvík.

 

Herfyri boðaði ein borgari Sands kommunu frá, at eitt stórt trol var rikið á land Yviri í Urð.

 

Fólk hjá kommununi fóru á staðið, og Finnleif Fagradal varð spurdur, um hann vildi taka trolið upp við kranabili og beina tað burtur. 

 

- Gott, at eingin bátur ella skip fekk trolið um skrúvuna og gott, at tann, sum fann trolið, bant tað fast og boðaði frá, siga tey í kommununi.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Eitt so stórt trol kundi saktans verið til bága fyri eitt og hvørt skip á havinum.