Helgi Abrahamsen, sum vegna løgtingið er í Norðurlandaráðnum, heldur at Norðurlandaráðið fær trupulleikar, um tað kann góðkenna Palestina sum stat, tá tað ikki kann góðkenna Føroyar.
– Verður hetta uppskotið samtykt, so hevur Norðurlandaráðið eitt forkláringsproblem, segði Helgi Abrahamsen undir orðaskiftinum sum var í Norðurlandaráðnum í gjár.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Helga Abrahamsen.
– Men um Norðurlandaráðið nú fer at viðurkenna eitt sjálvstýrandi øki í Miðeystri sum stat, samstundis sum ráðið ikki viðurkennir sjálvstýrandi londini í Norðurlondum sum limir, so hevur Norðurlandaráðið eitt forkláringsproblem, tí Norðurlandaráðið eigur fyrst og fremst vera fyri Norðurlond, segði hann.
Tað er Vinstri-grøni bólkurin, har hin føroyski norðurlandaráðslimurin, Høgni Hoydal, er formaður, sum hevur lagt uppskotið fram.
– Men orðaskiftið í gjár vísti, at uppskotið hjá Vinstra-grøna bólkinum hevur lítlan møguleika at verða samtykt, sigur Helgi Abrahamsen.
Fundirnir í Norðurlandaráðnum hesa vikuna eru í Ríkisdegnum í Stokholm