Eitt stig rætta vegin hjá Brandi og Helsingborg

Allsvenskan: Brandur fekk ein hálvleik í 1-1 javnleikinum á Gamla Ullevi

Brandur Hendriksson bleiv skiftur inn í hálvleikinum, tá Helsingborg í gjár spældi javnleik 1-1 á útivølli móti IFK Göteborg á Gamla Ullevi. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til heimaliðið.

Føroyski landsliðsmiðvallarin kom inn fyri Rasmus Jönsson. Tá ein tími var spældur fekk Brandur Hendriksson gult kort. Tað hevur gingið strilti hjá Helsingborg, sum enn liggur undir niðurflytingarstrikuni, men í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð bragdaði hjá Assad Al Islam Al Hamlawi, ið javnaði til 1-1.

Við javnleikinum hevur Helsingborg nú fingið seks stig í átta dystum, og liggur nummar 15 av 16 liðnum í Allsvenskuni. Tó er dystarformurin á eini leið. Seinastu tríggir dystirnir hava givið fimm stig. Ein sigur og tveir javnleikir.

##med2##