Eitt stig í part í Íslandi

Higartil hevur Fram ikki tapt, og ÍA hevur hvørki roynt at vunnið ella at tapt í landskappingini, har nýuppflutta Keflavík er á odda

ÍSLAND

Tríggir av teimum fimm dystunum í øðrum umfari í íslendsku landskappingini vórðu spældir Kristi himmalsferðardag. Bæði feløgini við føroyskum spælarum vóru í eldinum, og í báðum førunum endaði tað við javnleiki.
Fram við Hans Fróða Hansen í miðverjuni og Fróða Benjaminsen á sentrala miðvøllinum var í Vestmannaoyggjunum og spældi ímóti ÍBV. Úrslitið varð 1-1, eftir at heimaliðið hevði verið á odda í 1. hálvleiki. Málið fingu teir í 26. minutti eftir snarálop. Fram javnaði til 1-1 tólv minuttir undan leikloki. Málið varð stútað eftir hornaspark.
Báðir partar endaðu dystin við tíggju monnum. Fram misti fyrst ein mann, og so varð ein hjá ÍBV rikin av vøllinum. Fróði og Hans Fróði spældu allar 90 minuttirnar. Hvørgin teirra var málskjútti, og teir vóru báðir á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Julian Johnsson og ÍA høvdu vitjan av Grindavík við Alberti Sævarsson í málinum. Einki mál kom í tí dystinum. Fram hevur fýra stig eftir tvey tey fyrstu umførini, og bæði ÍA og Grindavík hava saman við ÍBV tvey stig.
Nýuppflutta Keflavík hevði vitjan av meistaraliðnum úr KR. Heimaliðið vann 3-1 og er oddalið við seks stigum, sum er fult stigatal. Tað hevur roynst illa hjá KR, sum hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar og er aftast av teimum tíggju liðunum í bestu deildini. Víkingur og KA skuldu spæla í gjárkvøldið, og síðsti dysturin í øðrum umfari verður í dag, tá ið Fylkir og FH skulu spæla.
Týsdagin í næstu viku verður Føroya uppgerð í Íslandi. Tá fer Fram á Laugardalsvøllinum í Reykjavík at fáa vitjan av ÍA.
Feløgini við føroysku landsliðsspælarunum skulu í fjórða umfarinum spæla týsdagin 1. juni. Tá skal Fram spæla í Grindavík, og ÍA skal spæla á heimavølli ímóti KA av Akureyri. Fróði og Hans Fróði hava ikki fingið frí til landsdystin ímóti Hollandi, sum verður spældur 1. juni. Enn hevur einki verið at hoyrt um, at Julian Johnsson ikki fer at fáa frí. Feløgini nýtast ikki at geva føroysku spælarunum frí at fara til Sveis, tí talan er ikki um FIFA ásettan dag at spæla landsdystir.