Eitt stig í part í Reykjavík

Símun Samuelsen, sum í næstu viku kemur heim at spæla landsdyst, og Keflavík eru framvegis næstfremst í Íslandi

Mikukvøldið í næstu viku fer føroyska landsliðið at spæla fyrsta EM undankappingardystin í hesum umfarinum. Hann verður á heimavølli móti Georgia. Tað er neyvan nakar ivi um, at vágbingurin í Keflavík, Símun Samuelsen, fer at vera ein av teimum ellivu, sum fara at manna føroyska liðið.
Landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, var fyrr í summar í Íslandi, har hann sá Símun hava týðandi leiklut á liðnum hjá Keflavík.
Mikudagin var fyrsti dysturin í 13. umfari í Landsbankadeildini. Dysturin var í Reykjavík, har Símun Samuelsen og Keflavík vitjaðu KR. Úrslitið var 2-2, eftir at Keflavík hevði verið á odda 1-0, og eftir at KR síðani hevði skorað tvey mál, sum bæði vórðu sett í netið við høvdinum.
Útjavnandi málið fekk Keflavík við beinleiðis frísparki, sum varð sent upp um manngarðin og í tann partin av málinum, sum málverjin ikki rakk, tí hann hevði sett sítt álit á, at verjugarðurin skuldi orna paragraffirnar!
Símun Samuelsen var á liðnum hjá Keflavík allar 90 minuttirnar. Næsti dysturin hjá Keflavík verður ikki fyrrenn sunnudagin 20. august. Tað vil siga, at næstu ferð, Símun Samuelsen fer at spæla týdningarmiklan dyst, verður tað landsdysturin á Svangaskarði móti Georgia.
Undan hinum fýra dystunum í 13. umfari í Íslandi, sum verða spældir í kvøld, er Keflavík næstfremst. Teir hava saman við Vali 19 stig. FH er suverent oddalið við 29 stigum. Á fjórða plássi eru Fylkir, Breiðablik og KR við 17 stigum.