Eitt stig í part í grannauppgerð

Eitt stig í part. Tað var úrslitið, tá ið grannauppgerð millum næstbestu liðini hjá NSÍ og Víkingi var við Løkin seinnapartin í dag. Úrslitið var 1-1. Bæði málini vórðu skorað seinna partin av 2. hálvleiki.

Víkingur legði seg framum í 72. minutti. Eftir uppspæl mitt fram eftir vøllinum varð Hjartvard Hansen leysur og setti bóltin fram við Predrag Stankovic í NSÍ málinum.

Tíggju minuttir undan leikloki misti Víkingur ein mann. Adrian Joensen hevði sæð gult í 74. minutti, og seks minuttir seinni sá hann bæði gult og reytt.

Heimaliðið royndi at trýsta fyri at javna, og tað eydnaðist, tá ið stóri pinnur var farin næstan tríggjar ferðir runt, eftir at vanliga leiktíðin var farin. Málskjútti var Monrad Holm Jacobsen, sum eftir innlegg úr vinstru og eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum setti bóltin í málið.