Sirið Stenberg, Tjóðveldi
----
Spurningurin er so hví uppskotið fall, og hvør vann nakað við tað ? Familjurnar og børnini taptu so – og harvið samfelagið alt.
Í veruleikanum hevði alt kunnað verið so gott. Tað man vera sjálvdan at løgtingið kemur til slík uppskot, har fíggingin er tøk, og fólk eru samd um, at leingjan av barnsburðarfarloyvinum er ein gongd leið.
Meðan grannalondini seinastu árini hava framt munandi batar í barnsburðarfarloyvinum, eru vit eftirbátar. Vit brilliera við at hava tað styttsta farloyvi. Tískil átti tað at verið sjálvsagt at fingið lagt 8 vikur afturat barnsburðarfarloyvinum, tá ið peningur nú var til endamálið. Og tað er bert eitt neyðugt fet á leiðini móti, at barnsburðarfarloyvi verður eitt ár. Afturat hesum eru fleiri onnur viðurskifti at fáa greiðu á, so sum økt farloyvi til pápan, spurningurin um eftirløn á útgjaldið, trupulleikarnar hjá lesandi, og mangt annað.
Minkandi barnatal
Ein av okkara allarstørstu avbjóðingum er minkandi barnatalið. Í fjør blivi 576 børn fødd, og tað er søguliga lágt. Afturat hesum er at siga, at føroysku konurnar eru raskastar at eiga børn, tí vit fáa í miðal flest børn í norðanlondum. Trupulleikin er tíverri tann, at vit hava ov fáar kvinnur. Neyvan kann ein betri barsilsskipan einsamøll fáa vent hesi gongdini, men hon kann so avgjørt vera við til at skapa betri trivnað og umstøður fyri familjurnar. Og har familjur trívast og búgva, har eru menningarmøguleikar í samfelagnum.
Strongdar familjur
Flest øll mugu vera samd um, at tær 30 vikurnar mamman í dag fær, og tær 4 sum pápin eigur ikki eru nøktandi. Vit uppliva í dag, at børnini í mongum førum koma alt ov tíðliga á dagstóvn. Tey flestu duga ikki at sita, eru kanska júst byrjaði at eta við skeið, og eru sum heild ikki búgvin at fara út. Bróstabarnið má kanska eisini gevast at súgva. Úrslitið er ofta sjúkradagar omaná sjúkradagar, sum plágar barnið, og sum skapar stóra strongd í familjunum, tí tað aftur skapar trupulleikar fyri nógv á arbeiðsplássinum.
Alsamt fleiri familjur royna at fáa sær nakrar vikur afturat barnsburðarfarloyvinum við sjálvi at gjalda. Men hvat við tí familjuni, ella tí staka, sum ikki hevur ráð til tess ? Er veruleikin í dag ikki tann, at hesi ikki hava annan møguelika enn at koyra børnini tíðlig út fyri at sleppa til arbeiðis, fyri at yvirliva ? Longu her hava vit lagt betri lunnur undir heilsu og menningarmøguleikar hjá nøkrum børnum, tí nøkur kunnu keypa sær farloyvi, og onnur ikki. Hetta eiga vit sum skjótast at koma burturfrá, við at skapa eins møguleikar fyri øll.
Peningur sum er kravdur inn til barlisskipan, endar í landskassanum
Hvørt ár krevur landið pening inn í barsilsgjaldið frá øllum løntakarum í landinum. Peningur sum er til, at foreldrini kunnu vera heima hjá barninum. Í verandi løtu er stórt yvirskot í barsilsskipanini, og tann peningurin fer í landskassan og ikki til børnini. Hetta eiga vit ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka. Men í staðin fyri at samtykkja okkara uppskot, so valdi samgonga at atkvøða nei, við tí grundgeving, at bólkurin, sum Johan Dahl hevur sett at viðgera fólkafráflyting møguliga fór at koma við tilmælum um longt barnsburðarfarloyvi. Ergo, man vil heldur kanna og finna útav um vit hava tann trupulleika, sum vit øll vita, at vit hava, og so kanska gera nakað við hann. Tí hví ikki bara seta tað í verk, sum øll vita er rætt. Tað kann ikki vera so livandi galið, at man vil ofra umstøðurnar hjá børnum og familjum, fyri at vinna á andstøðuni ?
Tá hava øll tapt !