Tað eru hjúnini Marjon og Sjúrður Poulsen úr Miðvági sum hava gjørt hetta spælið, har tað ræður um at savna saman tvær eins myndir av føroyskum kirkjum eitt sokallað minnisspæl.
Spælið kallast Finn kirkjuna, og sambært Heimamissiónsforlagnum, sum gevur spælið út, er týdningurin dupultur:
Í fyrsta lagi skulu spælararnir finna tvær eins myndir, og í øðrum lagi verða teir mintir á kirkjuna og at leita í Guds hús.
- Okkara vón er tí eisini, at hetta spælið fer at økja áhugan fyri kirkjunum í Føroyum, og at varpa ljós á tær við hesum familjuspælinum til fólk í øllum aldri, sigur Heimamissiónsforlagið.
Við í spælinum eru 37 kirkjur. Íalt eru 2500 eskjur gjørdar til spælið, sum kostar 80 kr.