Fyrr í ár hevur TB/FCS/Royn vunnið á 07 Vestur bæði á heimavølli, og á útivølli, men í dag var tað 07 Vestur, sum var omaná við einum 3-1 sigri á Dungasandi í Sørvági.
Fyri Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði einsamalla málið hjá TB/FCS/Royn uppá brotsspark er tað eitt vónbrot, at teir ikki vóru meir tendraðir til uppgávuna í dag, har avrikið var merkt av, at TB/FCS/Royn hevur bjargað sær sær sætið í effodeildini.
Við at vinna á Skála á heimavølli komandi leygardag kann TB/FCS/Royn tryggja sær 6. plássið, og Jón Krosslá Poulsen slær fast, at tað fara hann og liðfelagarnir eftir nú.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jón Krosslá Poulsen.