Eitt sindur um milliardina, sum er komin afturat á útreiðslusíðuni hjá landinum

Fyri tíð síðani segði Kristina Háfoss, løgtingskvinna í Útvarpinum um aðalstýrini, at samgongan skuldi fara undir at vita, um aðalstýrini ikki kundu verða felags um summi øki, so nakrar almennar krónur blivu spardar á henda hátt. Løgmaður okkara, Arnfinn Kalsberg hevur sagt, at vit mugu fara undir at vita hvussu langt almenni peningurin røkkur, og hvussu hann verður brúktur. Hetta hugsi eg kom fram, eftir at vit fingu at vita, at almennu útreiðslurnar eru øktar við eini milliard tey seinastu fimm árini.

Ein króna er ein króna. Hon er eygagóð, men hon kann eisini vera følsk, sum skúm í mánalýsi. Krónan spyr ikki hvør tú ert. Hon er stumm og ikki størri enn ein Børkubóndi. Vit halda okkum til hana, so leingi vit draga andan. Hon er okkum kær, tá ið vit í ungdómsins blóma byggja reiður, í mandómsins verkum, tá ið vit sæta okkum sum foreldur og royna at fáa børn okkara undan. Á ellini, tá ið ommu- og abbabørn á tøtlingum renna um føtur okkara. Vit enda kanska á onkrum umlættingarheimi ella fáa heimahjálp, har oyruni og krón-urnar kína gráhærdu stríggjurnar árla og síðla? ella bara av og á. Alt velst um, hvussu nógvar krónur vera til avlops til gamlafólkið, so tað er kanska rætt at løgmaður, Arnfinn Kallsberg fer runt við seiðakykarinum og hyggur at hvussu "seiðakrónurnar" ganga, og hvørjum stima milliardin gongur í.
Kristina Háfoss, løgtingskvinna, segði, tá ið hon varð spurd, um samansjóðingin fór at bera tað við sær, at fólk vórðu uppsøgd? Ja, ikki varð hetta noktað. Hon helt, at privata vinnan tørvaði arbeiðsmegi, so tey høvdu ein møguleika at fara í ta sjálvstøðugu vinnuna.
Tá ið Kristina hevði sagt hetta, rann eg yvir til speglið - speglið lýður ikki, og fór at spegla mær. Maðurin í speglinum segði lítið. Hann var gráhærdur, gráskeggjutur og eitt sindur vambasíður. Um so var at Føroya skúli skal spara, og flokkar verða t. d. lagdir saman , ja, so verða lærarar uppsagdir. Hetta er bara um ein lærara, ( hvat við øllum hinum í tí almenna lønarkervinum?), sum stundar til tey seksti, hann er ikki nógv verdur í manna eygum og minni verdur, tá ið fitta krónan skal meta um hansara dygdir. Kristina, hvør tekur ímóti einum gráhærdum, rukkutum og skallutum, risthentum lærara, ið skjelvur á málinum? (Hetta er bara um ein lærara?)
Tað er so stutt tíð síðani, vit vóru á tromini, tá ið mangt og mikið fór fyri skeytið. Vit stóðu á eggini og sóu í tað bláa dýpið. Samfelagið var komið at gravarbakka, og ikki so fá misfórust orsakað av hesum ódámi. Hetta nýtir fast enn tann dag í dag. Henda tíð elvdi til, at nógv vilt kjøt kom í arrið, ið stendur eftir hesar dagar. Hetta verður seint gloymt.
Eg skilji ikki, at ein løgtingskvinna tekur soleiðis til orðanna, sum hon gjørdi henda dag. Tey kunnu bara fara í ta sjálstøðugu vinnuna. (einki ilt um sjálvstøðugu vinnuna) Tað sama kundi hon sagt, um onkur bleiv arbeiðsleysur í sjálvstøðugu vinnuni, at viðkomandi bara kann fara í tað almenna fyrtaksemið, ella at fólk kunnu flyta aftur av landinum.
Rætt hevur Kristina í tí, at sjálvstøðuga vinnan tørvar arbeiðsmegi, og teoretiskt ljóðar hetta sum um, at einki er til hindurs fyri at fólk kunnu førka seg, men tey, sum eru í tí gráa kassanum, hava ikki stóran møguleika, og tí skilji eg ikki hetta, at hon tekur hetta upp á tungu, at tey sum gerast arbeiðsleys kunnu fara?. ???
Men tað er ein troyst at Arnfinn Kalsberg, løgmaður, hevur sett seiðakykarin fyri eygað og fer nú at rannsaka almenna peningaliga umfarið fyri at vita, hvar krónan er. Ein króna er ein króna, og ikki so fáar eru á útreiðslusíðuni. Ein milliard er komin afturat pluss tríhundrað og seksti milliónir eru tiknar úr blokkinum? " så siger og skriver 1, 36 milliard" er ein beinleiðis útreiðsla, sum er komin afturat fimm tey seinastu árini.
Eg veit ikki hvussu, tað er vorðið. Mangur slítur silki av armóð. Um hetta er eitt armóðstekin, ella tað er bara so, veit eg ikki. Vóni ikki at løgmaður fer at finna rakkýrnar, sum brølandi koma úr Nilánni og gera kál á teimum feitu kúmum (krónunum) og eru líka so rak. Fitta krónan sigur einki, men hon kann nøtra teg og meg, um ikki rætt verður borið at.