Tað hevur verið nokk so nógv at gera hjá løgregluni hetta vikuskiftið. Og at kalla alt hevur samband við náttarlívið og rúsdrekka. Í hesum sambandi eru tveir mans skuldsettir fyri harðskap.
Í øðrum førinum varð gerningsmaðurin tikin á løgreglustøðina at vera til hann var nóg edrúur til at verða avhoyrdur og so varð hann leyslatin. Tað vóru fleiri vitni í málinum og tey siga at hann legðist á ein annan og slóð hann.
Í hinum førinum er løgreglan í ferð við at lýsa málið og tað seinasta harðskapsmálið verður tikið upp í kvøld, tá ið avhoyringar vera. Samstundis fáa tveir mans bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tí teir uppførdu seg ikki ordiligt. Annar maðurin fær 1.500 krónur í bót, men hin var so harðligur í síni framferð, at hann fær 3.000 krónur í bót.
Bøturnar fyri at bróta skilhaldsreglurnar, sum fyrr kallaðist politiviðtøkurnar, eru munandi hækkaðar. Bótin fyri at órógva almenna friðin, var 600 krónur og tey, sum rógva onnur við illstøðu, ella bardaga á almennum staði, fingu 800 krónur í bót.
Men nú er tann lægra bótin sostatt hækka upp í 1.500 krónur og tann hægra bótin er nú 3.000 krónur.