Eitt sindur av tilvild skal til.

Ólavsøkan er fyrst og fremst tjóðarhátíð føroyinga, og tað eiga vit at vera stoltir av.

Archibald Black: Ólavsøkan er fyrst og fremst tjóðarhátíð føroyinga, og tað eiga vit at vera stoltir av.

 

Hugsa vit um upprunan, so hava vit, sum einastu norðbúgvar, hildið ólavsøku í skjótt 1000 ár, tað er serstakt og hevur stóran týdning bæði mentanarliga og sosialt.

 

Sjálvur plagi eg at fara til kappróður og spáka eitt sindur í miðbýnum, møguliga vitja áhugaverd tiltøk, men einki er fast. Ein táttur er at vitja vinir, kenningar og skyldfólk, men síðani taki eg tað har frá, og veit sjáldan, hvar eg endi – eitt sindur av tilvald skal til.

 

Góða Ólavsøku.