Eitt øðrvísi tiltak í Miðlatúni

Leygardagin 24. apríl var eitt heldur øðrvísi, men tó viðkomandi, tiltak fyri menn í Miðlaúni í Vági.

Til tiltakið hevði Miðlatún fingið hárfríðkararnar Eyðbjørg Augustinussen og Sólrun Winther, at læra frá sær, hvussu menn kunnu temja kynsturin at gera hestahalar og flættir. Tiltakið komu 10 pápar við teirra døtrum. Og hugurin var góður millum páparnar, allir vóru nøkulunda í sama báti, so tað bleiv ikki flent at hvørjum øðrum – heldur bleiv flent at einum sjálvum. Døtrarnar vóru eisini óførar at hjálpa til. Tær fingu sleikisneis og rós, meðan páparnir royndu sum fræðast. Flætta bleiv bæði tann meira siðvanda tríggja lokka flættan og fiskaflættan.

Aftaná fingu páparnir bjóða kaffi og fingu teir eisini eitt hugnaligt prát við hvønn annan. Tá tiltakið var liðugt fóru nakrir stóltir pápar heim við glaðum gentum, sum allar høvdu hvør sína vøkru flættu, skrivar vagur.fo.

Umframt at hettar var eitt væleydnað tiltak, so fekk tiltakið nógva positiva umrøðu. Blaðið Kvinna tók tiltakið upp á teirra heimasíðu. Somuleiðis tók Góðan Morgun Føroyar sendingin í Kringvarpinum tað upp, har tey varpaðu út og stroymdu frá, meðan tveir útvarpsmenn lærdu, eins og páparnir í Vági, at flætta hár. Á tiltakinum var eisini ein kvinna, sum er í gongd við sína serritgerð í antropologi á lærdaháskúlanum í Aarhus. Serritgerðin snúgvir seg um faðirskap og í tí sambandi var hon í Miðlatúni og eygleiddi og tosaði við páparnar.