Hósdagin feldi Føroya Rættur dóm í næsta málinum, sum higartil er komið fyri í stóra narkomálinum, sum løgreglan setti sjøtul á 16. januar.
29 ára gamal maðurin hevði játtað seg sekan í at smugla hassj og kokain til Føroyar við flogfari. Málið var tí viðgjørt sum eitt ájáttanarmál í rættinum, har dómarin at kalla bara skal áseta revsingina.
Ákæruvaldið hevði reist tríggjar ákærur móti manninum. Ákæruvaldið vildi vera við, at hann hevði smuglað tilsamans 2,5 kilo av hassji og 63 gramm av kokaini.
Maðurin vildi ikki kennast við hesar nøgdirnar. Hann kundi bara játta at hava smuglað 2 kilo av hassji og 54 gramm av kokaini. Hesar nøgdir tók dómarin til eftirtektar, og maðurin varð dømdur fyri hesar nøgdir.
Væntandi fer maðurin at sita dómin av í Føroyum.
Hósdagin var varðhaldsfongslingin hjá einum manni, ið eisini varð tikin 16. januar, og sum er skuldsettur fyri brot lógina um euforiserandi evni, úti. Hann góðtók, at varðhaldsfongslingin verður longd í tvær vikur uttan rættarfund.










