Eitt ára barnsburðarfarloyvi: Páparnir skulu eisini heim

Allir seks flokkarnir á tingi eru fyri at leingja barnsburðarfarloyvið frá hálvum ári til eitt ár. Men hvør skal heim at ansa barninum hetta árið?

Javnstøða

Fólkaflokkurin leggur upp til, at tað skal vera frítt at velja hjá foreldrunum, hvørt tað er mamman ella pápin, ið fer heim at ansa barninum tað árið barnsburðarfarloyvið er. Og eru flestu flokkar eisini samdir í, at páparnir eisini skulu sleppa heim at ansa barninum. Men skal tað vera val, at páparnir eisini fara heim, ella skal hetta vera eitt krav?
? Um tað verður eitt val, so verða tað mammurnar, ið fara heim, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í javnstøðunevndini.
? Eg haldi, at tað skal lóggevast, at páparnir eisini skulu taka ein part av tíðarskeiðinum, soleiðis, at kvinnurnar ikki koma at standa veikari á arbeiðsmarknaðinum. Higartil hevur tað verið eitt ávíst trýst á mammunum, tí tær hava verið noyddar at fara heim. Um tað verður avgjørt við lóg, at menninir eisini skulu heim, so kann arbeiðsgevarin ongantíð kenna seg vissan í, at menninir ikki eisini rýma av arbeiðsmarknaðinum í eitt tíðarskeið eins og kvinnurnar.
Turið Debes Hentze heldur, at eitt uppskot kundi verið, at páparnir skulu taka til dømis tveir ella tríggjar teir seinastu mánaðarnar. Og um teir ikki taka av hesum tilboðnum, so skulu hesir mánaðarnir detta burtur úr barnsburðarfarloyvinum.

Ongin umbering

Føroyar eru ógvuliga konservativar, heldur Turið Debes Hentze, ikki bert á hesum økinum, men sum heild.
? Men nú nýggja barsilsskipanin er komin í gildi, fáa menninir fulla kompensatión, sum kann verða upp til eini 30.000 krónur, og hetta er ein upphædd teir áttu at klára seg við. Tí er tað ongin umbering, at teir missa eina inntøku, sigur forkvinnan í javnstøðunevndini.
? Broyting skal í mynstrið, og sum er nú, er tað ikki eitt val, hvør fer heim at ansa eftir barninum. Tað eru mammurnar, sum sita heima. Til dømis hava íslendingar kravt við lóg, at páparnir eisini skulu í barnsburðarfarloyvi, og hava tey býtt tað upp í eitt 4x3 mánaðar tíðarskeið, har mammurnar og páparnir skiftast um at taka farloyvi. Tá tað verður kravt við lóg, at páparnir skulu heim vísir tað seg skjótt, at tá teir taka við tilboðnum, so verða teir glaðir fyri tað, og fleiri og fleiri taka undir við tí.