Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn
Nú fór 2005 í Harrans hendur. Eitt hendingaríkt ár í so mangar mátar. Eisini í kommunupolitikki í Havn.
Vit í tjóðveldisflokkinum satsaðu upp á at koma í samgongu í landsins leiðandi kommunu hesa setuna. Vit høvdu eitt rimmarval í november 2004 og fingu fýra mandat eitt meiri enn seinast og tvey fleiri enn næstseinast.
Okkara andstøðupolitikkur og okkara boð upp á framtíðina fingu undirtøku frá fólkinum, og tað løgdu vit doyðin á at umseta til veruligan politikk, sum einans ber til í samgongu.
Vit kastaðu saman við javnaðarflokkinum, sum fekk tvey umboð vald, og einum sambandsmanni, sum var fyrst valdur á sambandslistanum, men ikki fekk hini sambandsfólkini við sær.
Hetta er ein rímilig samanseting. Vit eru rættiliga samd um høvuðslinjurnar í býráðspolitikkinum. Sjálvandi hava vit trilvað eitt sindur hesa fyrstu tíðina, tí meginparturin av okkum hevur ikki verið í býráðssamgongu áður.
Men nú fyrsta árið er farið, er heildarmynstrið farið at tekna seg, og líkt er til, at okkum hevur eydnast at styrkja grundarlagið undir kommunalu tænastuni. Tað skuldi komið allari kommununi til góðar sum frálíður.
Hava styrkt fyrisitingina
Fyrisitingarliga førleikanum tóktist at vanta nakað, tá vit tóku við. Vit hava styrkt fyrisitingina við neyðugum klípum í hesum árinum, sum farið er, og fara at styrkja hana upp aftur meir til tess, at hon kann tæna borgarunum optimalt.
Vit løgdu fyri við at seta ein løgfrøðing inn í fyrisitingina. Seinasta seta hevði víst, at hetta var neyðugt. Kommunan stóð í heilum til spanking hjá kommunala eftirlitinum og løgtingsins umboðsmanni og øðrum, tí framferðin var ov skrumblut.
Longu 1. apríl sat løgfrøðingurin í stólinum á stjórnarskrivstovuni. Tað gjørdi tað ikki verri, at vit fingu fatur á einum løgfrøðingi, sum í fleiri ár hevði sitið á kommunala eftirlitinum og sostatt longu frá byrjan var fullgreiður um, hvørji krøv verða sett til eina kommunu og hennara fyrisiting.
Vit vildu eisini styrkja leiðslubygnaðin við at seta ein miðfyrisitingarstjóra, sum m.a. hevur starvsfólkamál og starvsfólkamenning undir sær. Eitt starv, sum hevði verið í bygnaðinum í fleiri ár, men ongantíð sett og sostatt røkt av øðrum saman við øðrum uppgávum.
20 umsóknir vóru til starvið. Úrslitið varð, at vit settu eina kvinnu við royndum úr almennari fyrisiting og á privata arbeiðsmarknaðinum. Stólurin var mannaður, tá gott hálvt ár var liðið av skeiðnum.
Vinnulig átøk
Nú standa vit fyri øðrum starvssetanum, sum hava til endamáls at styrkja okkara førleika at tæna borgarunum og vinnulívinum.
Søkt er eftir tekniskum stjóra at samskipa tær stóru uppgávurnar, sum eru á tekniska økinum, har vit bæði hava tekniska deild við mongum undirdeildum, og byggideild og býarskipanardeild, somuleiðis við fleiri undirdeildum. Hetta starv hevur verið ósett í eitt ár, meðan mett hevur verið um, hvør leiðin skuldi verða.
Søkt er eftir einum samskipara í vinnumálum fyri tvey ár. Høvuðsendamálið við hesum er at gera kommununa betur føra fyri at tæna og ráðgeva teimum, sum fáast við vinnulív ella ætla sær at fara undir vinnulív í Tórshavnar kommunu.
Okkara stevna er at meðvirka til at menna vinnulívið í allari kommununi. Í fyrsta lagi fara vit at kortleggja tað vinnulívið, sum er, og meta um, hvussu vit kunna dugna vinnuni og vinnuáhugaðum alt kommununi og borgarunum at frama..
Vit ætla eisini at taka saman um teir møguleikar, sum ferðavinnan hevur í kommununi sum heild, og gera okkum greitt á hvønn hátt, kommunan kann stuðla upp undir eitt betri og samskipað ferðavinnutilboð, so hon verður eitt vældskipað og sjónligt bein at standa á..
Dynamiskur viðspælari
Í aðrar mátar hendir ein umskipan av umsitingini á mentanarøkinum. Nú verður skipað ein sjálvstøðug barna- og ungdómsdeild, sum burtur av skal taka sær av barna- og ungdómsmálum.
Størsta málsøki í hesi deild er í løtuni barnaansingin, sum í kostnaði svarar til ein heilan fimting av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu, so tað er greitt, at her ræður um at hava fingurin væl og virðiliga á pulsinum.
Hetta er eisini røktin av okkara dýrasta framtíðartilfeingi, børnum og ungómi, ið krevur góða fyriskipan og dygga tilrættalegging. Í stóran mun verða fólk flutt úr øðrum deildum í hesa deild at manna hana.
Á sosiala økinum verða umsitingarligar stillingar gjørdar í sambandi við, at kommunurnar hava fingið barnaverndarøkið sum málsøki frá landinum.
Tað setir eisini kommununi krøv, at hóast vit ikki hava yvirtikið eldraøkið, so mugu vit í ein mun syrgja fyri teimum eldru, ið hava einhvønn tørv.
Trýstið á kommunalu fyrisitingina er stórt. Málini, sum eru til viðgerðar dag og dagliga, eru hópin nógv, og kommunan leggur seg eftir at avgreiða tey sum best og skjótast.
Kortini koma summi í drag antin av politiskum iva ella av tí, at tey stoyta saman við lógir, reglur og aðrar ætlanir. Tí slepst ikki undan.
Men málið er at hava dygga viðgerð eins og smidligar gongdir og avgreiðslur, so kommunan, heldur enn at enda í leiklutinum sum íhald og stoppklossi, er ein skilvísur dynamiskur viðspælari hjá borgarunum.