Í dag er eitt ár síðani flogvanlukkuna á Stord í Noregi. Minningarhald verður um middagsleitið Minningarhald til minnis um tey fýra, sum doyðu í vanlukkuni við flogfarinum hjá Atlantsflogi 10. oktober í fjør, verður í Sørstokken-floghavnini. Har verður ein minnispláta eisini avdúkað.
Enn er tann endaliga skaðafrágreiðingin ikki komin, men av einari ella aðrari orsøk fóru spoilarnir ikki upp, tá flogfarið setti seg vanlukkumorgunin. Hetta saman við vætu á vøllinum gjørdi, at flogfarið steðgaði ikki, men fór út av breytini, har eldur kom í tað.
Kunningarleiðarin hjá Aker Stord, Alf Terje Myklebust, segði við Kringvarpið í gjár, at avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í vanlukkuni, eru boðin til minningarhaldið. Tey, sum sluppu frá vanlukkuni við lívinum og teirra familjur, eru eisini boðin við.