Fyri einum ári síðani skrivaði føroyska U21 landsliðið í manshondbólti føroyska ítróttarsøgu.
Føroyar spældu fyrsta dystin í einum HM-endaspæli sum var í Algeria, og Føroyar vunnu dystin. Tað er fyrstu ferð í søguni, at eitt føroyskt lið í bóltítrótti hevur tikið lut í einum HM-endaspæli.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fimm minuttir við hæddarpunktum frá tí søguliga HM-endaspælsdystinum millum U21 manslandsliðini hjá Føroyum og Chile fyri júst einum ári síðani. Føroyar vunnu dystin 31-28, aftaná at hava verið á odda 14-12 í steðginum.
Tveir dagar seinni vunnu Føroyar 28-27 ímóti Suðurkorea. Føroyar stóðu seg heiðurliga ímóti Noreg og Týsklandi í bólkaspælinum, og ímóti Fraklandi í áttandapartsfinaluni, men vunnu ikki ein dyst aftur í HM-kappingini.
Tróndur Arge segði frá søguliga dystinum ímóti Chile, og Pole J. Hansen var viðmerkjari.









