Eitt ár og tríggjar mánaðir fyri herverk og neyðtøkuroynd

Ein ungur maður varð í dag dømdur 1 ár og tríggjar mánaðar fongulsrevsing fyri neyðtøkuroynd, eina røð av herverki og rúsdrekkakoyring.

Tað var ein langur dagur í rættinum, tí í ákæruritinum stóð fimm ymisk mál, ið strektu seg frá 2017 til í ár.

Maðurin var í fyrsta máli ákærdur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka í januar mánaði í 2017, har hann koyrdi ein bil út av Oyggjarvegnum. Maðurin játtaði seg sekan og segði, at hann var farin upp at skeldast við nakrar vinmenn í býnum, og tí hevði hann í øðini sett seg í bilin og hevði koyrt hann útav á Oyggjarvegnum. Maðurin hevði sjálvur ringt eftir løgregluni.

Í seinna málinum varð maðurin ákærdur fyri at hava framt herverk á fleiri bilar, ið stóðu parkeraðir lið um lið niðri í býnum í Havn. Fleiri rútar á bilunum vóru knústir, umframt at bilarnir høvdu mist síðuspegl. Maðurin segði í rættinum, at hann mintist ikki til tilburðin, og hann kundi tí ikki játta seg sekan í málinum. Ein løgreglumaður greiddi í rættinum frá, at tá teir høvdu fingið fráboðan um herverkið, komu teir á staðið og funnu mannin sovandi í einum gummibáti skamt harfrá. Blóðroyndir frá herverkinum váttaðu, at talan var ivaleyst um unga mannin, umframt at fótaspor á einum av bilunum vóru lík teimum skónum, ið maðurin var í.

Hann varð í triðja máli ákærdur fyri at hava framt herverk á ein vøruvogn í Kvívík. Í ákæruritinum stóð, at maðurin hevði tikið seg inn í bilin, har hann hevði pissað í førarahúsinum og brotið stýripinnarnar til blinkljós og viskararnar. Eins og við ørðum máli segði maðurin, at hann mintist ikki til tilburðin, og hann kundi tí ikki játta seg sekan.

Í fjórða málinum varð maðurin ákærdur fyri at hava brotið hondtakið í einum løgreglubili.

Tilburðurin í fjórða málinum hendi sama morgun sum tilburðurin í triðja málinum, ti løgreglan var komin til Kvívíkar at handtaka mannin, og tað var á veg aftur til Havnar, at maðurin var vorðin so óður, at hann hevði skrykt so fast í hondtakið í løgreglubilinum, at tað brotnaði. Øll fýra tey fyrstu málini fóru fram í 2017.

Í fimta máli var maðurin ákærdur fyri at hava roynt at neyðtikið eina gentu fyrr í ár. Maðurin var farin inn til gentuna, sum hann kendi, tí at unnustan hevði tveitt hann út, og hann visti ikki, hvar hann skuldi fara. Maðurin játtaði, at hann var farin inn til gentuna, og tá gentan seinni kom heim, hevði hann hildið henni í arminum, meðan hann lat hana úr trussunum og royndi at sleppa upp í hana. Maðurin greiddi frá, at gentan stríddist ímóti, og at tey fóru at beistast. Endin varð, at tey dottu á gólv, og eftir hetta gavst maðurin við royndini og legði seg at sova. Maðurin játtaði seg sekan í málinum, tó við nøkrum frávikum frá tí, ið stóð í ákæruritinum.

 

Ákærin kravdi, at maðurin fekk eitt ár og sjey mánaðar fongulsrevsing, 6.000 krónur í bót, skuldi gjalda 48.220 krónur í endurgjaldi umframt at hann skuldi missa førararættin í trý ár. Fyri neyðtøkuroyndina kravdi ákærin eitt ár og seks mánaðir, meðan seinasti mánaðurin skuldi vera fyri hini lógarbrotini. Ákærin vísti á, at umfangið á herverkinum var so ógvisligt, at talan var um groft herverk.

 

Tá avtornaði gav dómarin manninum fongulsrevsing í eitt ár og tríggjar mánaðir. Maðurin varð eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin, at missa førararættin í trý ár, umframt at hann skuldi gjalda tilsamans góðar 102.000 krónur í endurgjaldi, harav 57.000 var í endurgjaldi til gentuna, ið hann hevði roynt at neyðtikið.

Dómarin segði til úrskurðin, at tað, at maðurin hevði ikki útført grovan harðskap undir neyðtøkuroyndini, var at rokna sum linnandi umstøður, og tí fekk maðurin ikki tann dómin, ið ákærin vildi hava.

Maðurin tók við dóminum.