Eitt persónligt møti við Jesus Kristus

- Okkara uppgáva er at finna røttu jávnvágina á øllum vektum, so øll verða ríkari, sigur Bill Justinussen.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Politiskt hevur árið verið merkt av, at stórar byggiverkætlanir, sum hava ligið í dvala í mong ár, eru vaknaðar og farnar av bakkastokki. Stór framstig eru framd á heilsu- og almannaøkinum. Tilmælið hjá Karsteni Hansen um nýggja heilsunýskipan fekk hjartaliga móttøku í løgtinginum. Serliga hevur nýggja skipanin við arbeiðsfremjandi tiltøkum, har fólk við skerdum møguleikum kunnu fara í tillagað starv, víst seg at vera eitt frambrot. Eftirlønarlógin er nú samtykt, sum tryggjar øllum á arbeiðsmarknaðinum ein fíggjarliga rúmligari aldurdóm.
Bill Justinussen sigur, at sum formaður í Útnorðurráðnum hevur hann í ár havt serlig høvi at verja støðu Føroya í makrel- og sildamálinum saman við brøðratjóðum okkara, Íslandi og Grønlandi, bæði á norðurlandaráðsfundi í Oslo og á fundi við Sineea-nevndina hjá ES í Strasbourg.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Nýggjárið verður hildið sum hjá flestu føroyingum. Tá børnini vóru yngri, plagdu vit at skjóta nakað av krúti, men nú er tann áhugin minkaður. So, nú plagi eg at fara til nýggjársbál á kai-økinum í Heiðunum. Men, orsakað av syrgiligum umstøðum verður hetta ikki í ár. Heldur drýpa øll í kommununi høvur í bøn og samkenslu fyri teimum, sum hava mist ein kæran á so óskiljandi hátt. 

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Nei, eg gevi einki nýggjárslyfti.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Eg havi mong nýggjársynski. Tað størsta er, at tey, sum ikki kenna Jesus Kristus, skulu fáa eitt persónligt møti við hann. Tað er lívsbroytandi og avgerandi fyri nútíð og ævinleikan.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Útlitini eru góð fyri land og fólk. Vit eru ovurrík, bæði í náttúrutilfeingi og mannatilfeingi. Fara vit fram við vísdómi og virðing, eiga øll at fáa lut í ríkidøminum. Okkara uppgáva politiskt er at finna røttu jávnvágina á øllum vektum, so øll verða ríkari - bæði tey, sum hava minni og tey, sum hava meiri, sigur Bill Justinussen.