Eitt oyggjaland í eini glasklokku ella eitt oyggjaland, sum tekur altjóða ábyrgd?

»Eins og trælahald og apartheid, er fátækradømi ikki natúrligt. Tað er skapað av menniskjum og kann basast av menniskjum. At basa fátækradømi er ikki ein vælgerandi gerningur. Tað er ein rættvísisgerð. Tað er vernd av grundliggjandi mannarættindum – rætturin til virðing og eitt sømiligt lív.« Nelson Mandela.

Elin Mortensen, samskipari í Amnesty International, Føroya Deild

------

 

Í Føroyum tosa vit nógv um alheimsgerðina og okkara leiklut í henni. Hvørjar avbjóðingar hevur hetta fyri Føroyar og okkum føroyingar? Hvørji tiltøk mugu vit seta í verk fyri at klára avbjóðingarnar? Hetta eru stórir og týdningarmiklir spurningar. Men eiga vit ikki eisini at spyrja, hvat vit kunnu gera fyri alheimssamfelagið? Eiga vit ikki at gera okkara til, at heimurin verður eitt betri stað at liva í og okkara medmenniskju fáa eitt virðiligt lív?

 

Tá tosað verður um mannarættindi, eru tað oftast borgaralig/politisk rættindi sum framsøgufrælsi og trúarfrælsi, ið verða nevnd. Men heimsyvirlýsingin hjá ST umfatar eisini fíggjarlig og sosial rættindi. Í grein 25 stendur, at eitt hvørt menniskja hevur rætt til lívsumstøður, ið tryggja honum og hansara heilsu og vælveru. Harundir er m.a. rætturin til mat, klæði, bústað og heilsurøkt. Eitt lív í armóð er sostatt eisini brot á mannarættindini.

 

Samanumtikið er heimurin nógv ríkari í dag enn hann nakrantíð hevur verið. Seinastu áratíggjuni er ein umfatandi búskaparlig menning farin fram. Árligi vøksturin á bruttoúrtøkuni á heimsstøði er meira ein tvífaldaður síðan ár 2000. Talið av fólki, sum liva fyri undir ein dollara um dagin, fall við 240 milliónum frá 1990 til 2004. Hesin samlaði vøkstur á heimsstøði stendst serliga av, at lond, sum Kina og India, eru á veg frá at hava verið menningarlond til at gerast ídnaðarlond.

 

Trupulleikin er, at búskaparliga menningin er ógvuliga ójøvn. Samstundis sum stór framgongd er á heimsstøði, er talið av fátækum í londunum sunnan fyri Sahara økt við 60 milliónum síðan 1990. Enn eru 800 milliónir fólk, sum svølta og 60 prosent av fólkunum í heiminum liva fyri undir tveir dollarar um dagin. Í londum sum Eritrea, Burundi og Kongo stendur serliga illa til. Her er bruttotjóðarinntøkan pr. íbúgva um túsund krónur um árið. Fyri at samanbera, kann sigast, at her í Føroyum, er bruttotjóðarinntøkan umleið 230.000 kr. um árið pr. íbúgva. Eitt lív við trot og svongd er sostatt veruleikin hjá milliónum. Tí er fátækradømi ein av størstu avbjóðingunum á mannarættindaøkinum.

 

Tað syndarliga er, at fólk, ið verða útsett fyri eitt mannarættindabrot, mangan eru í stórum vanda fyri at vera fyri øðrum mannarættindabrotum. Fólk, ið eru fátøk eru ofta fyri mismuni og útihýst frá luttøku í samfelagnum. Tøl hjá Amnesty vísa, at tað oftast eru fólk, ið eru fátøk, sum verða dømd til deyða ella verða pínd. Tí sigur Amnesty, at mannarættindi ikki kunnu býtast. Tað er ikki nóg mikið, um eitt samfelag lúkar helvtina av mannarættindunum. Alfevnandi menniskjanslig virðing kann einans gerast veruleiki, um ØLL mannarættindini verða vird.

 

Í heyst fer Amnesty undir eitt altjóða átak, sum skal varpa ljós á, at fátækradømi eisini er brot á mannarættindini. Amnesty fer at arbeiða fyri at fáa rættin til eitt virðiligt lív inn í lóggávuna í londum, har fátækradømi ikki verður uppfatað, sum mannarættindabrot. Á hendan hátt kunnu bæði altjóða og nationalir aktørar stillast til svars fyri tey mannarættindabrot, sum skapa fátækradømi.

 

Spurningurin er, hvat vit í Føroyum kunnu gera fyri at hjálpa menniskjum, sum líða neyð?

Hóast vit kanska ikki hava formliga skyldu til at fylgja tilmælum frá ST, kunnu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er í lagi, at vit lata 0,035% av bruttotjóðarúrtøkuni til menningarhjálp, tá ST mælir til, at 0,7% verður latið? Sum heimsborgarar hava vit moralska skyldu til at hjálpa okkara medmenniskjum. Tí eigur nýggja landsstýrið at endurskoða og raðfesta menningarhjálpina.

 

Í summum londum er støðan tó so álvarslig, at menningarhjálp ikki kann loysa átrokandi trupulleikarnar. Umleið fjúrtan milliónir heimsborgarar hava verið noyddir at stinga í sekkin og flýggja til onnur lond, tí tað er lívshættisligt hjá teimum at verða verandi í heimlandinum. Amnesty hevur júst almannakunngjørt eina frágreiðing, sum lýsir støðuna hjá sudanskum flóttafólkum. Ófriðurin í Darfur hevur havt við sær, at 240.000 fólk hava verið noydd at flýggja til flóttafólkalegur í Kjad og 2,3 milliónir eru flýdd frá Darfur landslutinum til onnur økið í Sudan. Velja hesi fólkini at verða verandi í teirra egna landsluti, er stórur vandi fyri, at tey verða dripin. Mett verður, at umleið 300.000 fólk hava latið lív síðan 2003, tá ófriðurin millum afrikanskar bøndur og muslimsku militsirnar kyknaði. Nógvar av flóttafólkalegunum eru heldur ikki tryggar at vera í. Vandin fyri vápnaðum ófriði inni í legunum er alla tíðina til staðar, tí útbreiðslan av handvápnum er umfatandi og truplu korini skapa ráðaloysi og birta til ósemjur. Kvinnurnar eru í stórum vanda fyri at vera neyðtiknar bæði inni í legunum og serliga, tá tær hætta sær út um legurnar fyri at finna brenni.

 

Allarflestu lond í heiminum hava bundið seg til at taka ímóti flóttafólki við at skriva undir flóttafólkasáttmálan hjá ST. Í ST-flóttafólkasáttmálanum, verður eitt flóttafólk lýst sum ein persónur, ið hevur eina grundaða ræðslu fyri at vera forfylgdur orsakað av rasu, trúgv, tjóðskapi, tilknýti til ein serstakan sosialan bólk ella politiskari áskoðan. Flóttafólk eru stødd uttan fyri heimlandi og kunnu ikki søkja skjól í egnum landi. Flóttafólkasáttmálin sigur, at øll, sum verða forfylgd, hava rætt til at søkja um og fáa friðskjól. Kortini er trupulleikin hjá nógvum flóttafólkum, at tey ikki hava nakrastaðni at leita sær, tí nógvir státir ikki standa við sínu løgfrøðiligu og moralsku skyldu og ógvuliga treyðugt vilja geva teimum friðskjól. Sjálvt um samlaða talið av flóttafólki ikki minkar, er tað undrunarvert, at talið av flóttafólki, sum søkja friðskjól í Evropa, er lægri enn nakrantíð. Hetta er ein ábending um, at evropeisku londini eru minni sinnaði at taka ímóti flóttafólki enn áður. Flóttafólk verða mangan, av stjórnum og fjølmiðlum, lýst sum ein trupul byrða, heldur enn medmenniskju í svárastu neyð, sum ongastaðni hava at fara. Tí er tað altavgerandi, at tað eru lond, sum eru sinnaði at lata dyrnar upp og hjálpa teimum inntil støðan í heimlandinum er batnað.

 

Í Føroyum áttu ikki at verið formligar forðingar fyri at taka ímóti flóttafólki. Í Útlendingalógini frá mars 2001 stendur, efter ansøgning gives der opholdstilladelse på Færøerne til en udlænding, hvis udlændingen er omfattet af flygtningekonventionen af 28. juli 1951. Hvussu ber tað so til, at vit ikki taka ímóti flóttafólki í Føroyum?

 

Kanska er tað tí, at tankin um at skula taka ímóti flóttafólki kann tykjast ræðandi. Hvat fer tað at merkja fyri okkara samfelag, um fremmandar mentanir fara at ávirka føroysku mentanina? Og eru vit, sum samfelag, til reiðar at taka ímóti neyðstøddum við stórum arrum á sálini?

 

Undan løgtingsvalinum varð nógv kjakast um, hvussu vit skulu menna føroyska samfelagið, so tað verður enn betri. Tað, sum vit ikki mugu gloyma er, at tá vit samanbera okkum við onnur lond, er okkara samfelag eitt ógvuliga vælfungerandi og ríkt samfelag. Sjálvt um vit eru smá, hava vit eisini skyldu til at gera okkara lut fyri at hjálpa neyðstøddum úti í heimi. So hví ikki býta ein lítlan part av hesum ríkidømi við neyðstødd menniskju uttan úr heimi? Hetta skal sjálvandi vera eftir førimuni. Men við einum vælskipaðum flóttafólkapolitikki, kunnu vit gera eina samhaldsfasta gerð fyri okkara medmenniskju. Fyrsta stig á leiðini má vera at lata upp fyri kjakinum, um vit vilja vera eitt oyggjaland í eini glasklokku, sum hevur nóg mikið í sær sjálvum. Ella um vit vilja vera eitt oyggjaland, sum tekur altjóða ábyrgd.