Eitt nýtt uppskot til FSF-nevndina

Tríggir limir í nevndini hjá FSF standa fyri vali, men bert eitt nýtt uppskot er til nevndina

Stórur spenningur er um formansvalið í Fótbóltssambandinum, sum verður um eina góða viku. Birgir Enghamar og Óli Holm skulu dystast um hendan sessin.
Sama dag verður eisini nevndarval til FSF, og her standa tríggir mans fyri vali.
Bjarki Mohr, Rúni Heinesen og Magnus á Stongum hava allir sitið í nevndini síðani aðalfundin fyri tveimum árum síðani, og nú skulu teir veljast av nýggjum
Bjarki Mohr hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Hann hevur ætlanir um at fara av landinum, og tí kann hann ikki binda seg til eitt nýtt tíðarskeið í FSF-nevndini.
Hinir báðir limirnir, Rúni Heinesen og Magnus á Stongum, stilla báðir uppaftur.

Eitt nýtt uppskot
Tá ið freistin at koma við uppskotum til nevndarvalið var úti hóskvøldið, var bert eitt uppskot latið FSF.
Tað er Høgni í Stórustovu úr Havn, sum nú er í uppskoti. Hann er HB'ari og starvast í Føroya Banka.
Harvið tykist spenningurin ikki verða so stórur um sjálvt nevndarvalið, tí tríggir mans stilla upp til trý tøk pláss.
Nevndarlimirnir í FSF, sum ikki standa fyri vali hesaferð, eru Niklas á Líðarenda, næstformaður, Jens Erik Magnussen og Karl Vidtfeldt.