Eitt álvarsmál

Stjórin á Brunaumsjón Landsins, Petur Lava Olsen, váttar, at ongin hevur ábyrgd av at hava kavaratilbúgving.

Kommunan ger tað sjálvboðið
Sambært stjóranum hjá brunaumsjónini er tað ikki álagt kommununum at taka sær av hesum, og um kommunurnar gera tað, so er tað sjálvboðið, sigur hann.
- Um nakar skal hava kavaratilbúgving, so krevur tað bæði pengar, útgerð og ikki minst útbúgving. Kavararnir, ið arbeiða hjá sløkkiliðnum í Havn, hava fyrst og fremst frítíðarkavaraskeið, og tað er ikki altíð nøktandi í sambandi við bjarging, sigur Petur Lava Olsen.
Hann vísir á, at við einum frítíðarkavaraskeiði hevur tú loyvi til at kava niður á eina ávísa dýpd, men tað er mangan í sambandi við bjarging í Føroyum, at tú noyðist væl niður um hesa dýpd.
- Tú skalt eisini hugsa um, hvat tað er, ið tú útsetur kavararnar fyri, tí tað er ikki so lítið, sigur Petur Lava Olsen.

Sløkkiliðið í Keypmannahavn sjálvt gjørt tilbúgving
Stjórin á Brunaumsjón Landsins sigur, at í Danmark hevur Københavns Brandvæsen sjálvt tikið stig til at gera eina kavaratilbúgving, og teir hava tí eisini átikið sær ábyrgdina av hesi tilbúgving.
- Í Keypmannahavn hava tey gjørt tilbúgvingina, og so hava tey eisini sjálvi sett nøkur krøv til útbúgving, ið froskmenninir skulu hava, sigur Petur Lava Olsen, sum heldur talan verða um eitt álvarsmál, ið eigur at verða loyst so skjótt sum gjørligt.