Um dagarnar legði Føroya Grótvirki í Skopun út eina flotta mynd av stórari tinnu, sum er komin undan kavi í steini úr Høvdarhaga í Skopun, har virkið fær tað tilfar, sum arbeitt verður við á virkinum.
Myndir av tinnuni liggja á Facebook-síðuni hjá Føroya Grótvirki, og á tráðnum heldur onkur lesari fyri, at hetta sær út sum ein viðarbulur, og onkur annar heldur, at hetta tilfar hevði verið flott sum borðpláta.
Ein annar lesari, sum eisini viðmerkir á tráðnum, heldur fyri, at henda stóra tinna prógvar, hvat náttúran kann skapa – og sum vit menniskju ikki megna at skapa eins vakurt.
- Ein ótrúliga vakur steinur, sum fólk áttu at sæð, heldur lesarin fyri.
Um tinnu, sigur www.sprotin.fo, at hetta eru steinsløg, sum finnast í flestu basaltløgum í Føroyum, og hetta var tilfar, sum í steinøldini varð brúkt til eitt nú knívs-og øksarbløð.
Á heimasíðuni hjá Jarðfeingi um leinkjuna http://jf.fo/?s=tinna er ymiskt kunnandi tilfar at lesa um tinnur í føroyska basaltinum.










