Eitt listaligt dýrdarkvøld í Riberhúsi

Stanley Samuelsen var av sonnum á heimabeiti mánakvøldið, tá ið hann spældi í Riberhúsi - minni enn eitt steinkast frá barnaheimi sínum. Høvið var listaframsýning hjá Øssur Mohr og leikurin um van Gogh av Hans Tórgarð. Eitt frágera kvøld

Dávur Winther hugleiðir

 

Tá ið eg var smádrongur kom eg onkusvegna at gera eitt ørindi fyri mammu Stanley – Lenu. Liðugur og skuldi renna avstað aftur, kíndi hon mær um ennið og takkaði fyri: “á, sum tú ert fittur – hevði átt ein so fittan drong”! legði hon afturat.

Jú, eg var errin, men eg hugsaði við mær sjálvum, tú eigur jú Stanley, sum vit hildu nógv av. Hinar kendi eg ikki tá – 9 brøður vóru og tvær systrar. Stanley sóu vit upp til í skúlanum, hann gekk nakrar flokkar eldri – hann spældi tá við Silly Boys. Hevði hann spælt við Beatles, so hevði tað neyvan verið betri, so nógv hildu vit tá av Silly Boys og Stanley sum høvuðsleikara.

Minnist best Stanley í hvítum buksum - við ývnum tøttum krúllutum hári og so sang og spældi hann sum ein eingil.

Tað var henda myndin, sum stóð fyri mær enn klárari í Ribarhúsi mánakvøldið. Slíkt spæl, sangur og tónleikafatan – at vera so musikalskur og hava so gott oyra sum Stanley, er fáum givið í vøggugávu. Og best av øllum: Stanley hevur nýtt sínar gávur væl.

Vit kenna jú tulkingar hansara av yrkingunum eftir kendu skaldunum okkara – frálíkar, rámandi og serstakar. Men Stanley vísti eisini hetta kvøldið, at hann dugur væl at yrkja, umframt at vera góður lagasmiður. Ein hegnismaður!

Stanley kendi seg sum vera til roynd, segði hann, nú hann var so ítøkiliga á heimabeiti – í Piddasa handil – ja, í grannalagnum, har hann enn býr, tá ið hann er heima. Men tó var einki at seta fingurin á – tvørturímóti.

Tú kanst bert kína allari hansara framførslu. Guitarleiðari av Guðs náði, sum dugur at skapa eina heildarmynd, ið ber yrking, lag, rák og fatan á serligt støði. Framúr eftir mínum tykki - Kanska júst tí at sungið og spælt varð í Piddasa handil – Riberhús. Har fekk hugurin høvi at reika um gamlar dagar, tá ið Stanley gekk í hesum túni og legði heimin fyri sínar føtur – og hann ger tað enn! Frálíkt!

Eftir stuttan steðg helt Hans Tórgarð fram við leiki um van Gogh, hann sjálvur hevur skrivað og sett upp. Hans Tórgarð er listilærdur – ja, tikin úr leikum. Í ein heilan tíma at framføra ein einmansleik við so áhugaverdum evni um ein so sjálvsaman mann, sum skar oyrað av sær. Sannleikin, hvør eri eg – havt geri eg? At vera til ella at liva? Hesir spurningar og fleiri aðrir um lívið, stóðu væl í mát við stóra hugafarið, Stanley júst hevði borið fram.

Við leikinum fingu vit ein annarleiðis og ítøkiligan kunnleika til serskilda lívið hjá van Gogh, sum bert seldi ta einu myndina á ævi síni. 100 ár eftir deyða hansara, varð tann eina myndin tó seld fyri 63 mill dollara, sum bert eitt stýri við fimm monnum í Japan sleppur at síggja av og á.

Og so at síggja slíkan leik júst í Riberhúsi, saman við teimum vøkru myndunum, sum Øssur Mohr enn einaferð hevur gjørt og hongt upp í Riberhúsi, har alt hetta fór fram: guittarspæl, sangur, leikur og listaframsýning. Tú fekk hug at grunda yvir, hvat Øssur hugsar um, tá ið hann málar. Tó man hann neyvan hava so fløktan hugaheim sum van Gogh – Málningarnir hjá Øssuri eru jú altíð glaðir og litríkir, eins og hann sjálvur - Og so var eisini hesaferð.

Eitt framúr kvøld, sum verður ringt at gera eftir eina aðra ferð, takka verið fróðarmonnunum Stanley, Hans, Øssur og Riberhúsi.