Eitt leikliga gott avrik hjá føroyska landsliðnum

(Rás2) Hoyr André Olsen seta orð á tað føroyska avrikið ímóti Lettlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við ítróttarskrivaran og fótbóltsviðmerkjaran, André Olsen aftaná 0-0 javnleikin ímóti Lettlandi.

 

André Olsen heldur talan verða um eitt leikliga gott avrik, har føroyska liðið verjir væl, kemur til nógvar støður, og fær trýst lettlendska liðið. Tað er bara eitt manglandi mál, sum skemmir avrikið.

 

André Olsen heldur eisini, at venjaratoymið stóð royndina, og Lars Olsen framdi nakrar skilagóðar skiftingar í seinna hálvleiki.