Eitt løgið ár

Marian Cirloganescu helt eftir dystin, at kappingarárið hevði verið løgið, men endastøðuna fegnaðist hann sjálvandi um

Meistari

- Hetta hevur jú eisini verið eitt løgið ár. Vit hava til dømis vunnið allar dystirnar móti VÍF, men so hava vit tapt fyri Tjaldri, sum annars tapir fyri øllum øðrum, so hetta er løgið.
Marian Cirloganescu var mest sum í ørviti eftir dystin móti VÍF. Eftir eitt kappingarár, har flestu liðini hava leikt sera óstøðugt, men har strandingar við seinasta sigrinum sópaðu allan iva til viks.
Sjálvur var Marian eisini ein av týdningarmestu leikarunum hjá StÍF hendan dagin. Avrik hansara var veruliga í topp hendan dagin, og tá eru fáir málverjar í landinum, sum kununu sammetast við hann.
- Tað er ivaleyst tí, at eg trívist við hesum stóru dystunum. Tá setir tú teg eyka nógv upp, og tá eg so eisini fangi nakrar bóltar beinanvegin, riggar alt bara sum tað skal.

Verður venjari
Um komandi kappingarárið viðgongur Marian annars, at tað helst verður so, at hann skal taka sær av venjingini
- Tað er so nýtt enn, so tað kann eg ikki siga so nógv um, men tað er helst rætt.
- Fyri fyrst skulu vit tó njóta hendan sigurin, men um eina viku ella so mugu vit longu byrja at hugsa um næsta ár. Vit skulu helst hava ein leikara inn fyri Costin, men í aðrar mátar vóni eg, at liðið verður tað sama, og so er bara at vóna, at leikararnir verða eins blíðir móti mær, sum teir hava verið mótvegis Costin. Eg ætli mær í øllum førum at gera mítt besta, sigur Marian Cirloganescu at enda.