Eitt løgið fyribrigdi

Politikkur er løgin, hava vit mangan sannað.

Herfyri vóru tvinni mál frammi – sum brádliga østu fólk. Annað var málið um yvirtøkuna av fólkakirkjuni, og hitt var málið um at selja bankan.

Breið semja var í tinginum. Men so kom kinkur í.

Bispur segði á fundi hjá kirkjuráðslimum, at tað var skeivt at yvirtaka fólkakirkjuna á ólavsøku, tí lógirnar ikki vóru greiddar til ta tíð. Av hesi orsøk fer hann tí frá sum bispur eitt á fyrr enn ætlað.

Próstur er eisini misnøgdur.

So komu tey kropp á kroppi - tey, sum meintu tað sama.

Øll uttan Jenis vóru samd um at selja bankan – og um sølutilgongdina.

Men so var tað ein búskaparfrøðingur, sum skrivaði eitt lesarabræv um eina leysa milliard, og so var eisini kinkur í hesum málinum.

- Politikkur er komin í málið, plagar at verða niðurstøðan í slíkum førum.

Men er politikkur ikki í øllum málum, ella eru øll mál, sum politikarar viðgera, ikki politikkur?

Seinastu dagarnar hava vit so verið vitni til enn ein politiskan glantrileik – har høvuðsleikararnir eru formaður Sambandsfloksins og borgarstjóri høvuðsstaðsins. Nú snýr málið seg um ein tingsess, sum Sambandsflokkurin av taktiskum orsøkum kann missa til Javnaðarflokkin.

Og her er aftur politikkur í málinum. Sambandsformaðurin sigur, at løgmaður nú skal tryggja, at ein javnaðarmaður ikki kemur á ting, men ein sambandsmaður, sum stendur aftan fyri javnaðarmannin í sambandskøini...

Men hvat er so politikkur? Spyrt tú orðabókina, so sigur hon ”arbeiði, ið miðar ímóti at beina ella ávirka gongdina í samfelagnum…”

Júst so!

Men sanniliga er politikkur løgin.