Skulu vit tosa um at nøkta orkutørvin í Føroyum við grønari orku, er kjarnorka tann besta loysnin.
Tað heldur Jacob Vestergaard, Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið hevur samtykt at tey, sum útvega sær grønar orkuskipanir, skulu sleppa undan at rinda mvg.
Jacob Vestergaard heldur, at alt tað grøna orkuprátið í Føroyum er farið yvir gevind, tí hann heldur, tann munur, føroyingar kunnu gera fyri at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi, er so mikroskopiskur, at tað ger ongan mun yvirhøvur.
– Tað er sum at royna at tøma Atlantshavið við skeið, hevur hann ført fram.
Hann heldur, at Føroyar sum land, og hvør einstakur føroyingur, skulu gera tað, sum loysir seg best. Og er tað bíligast at brenna olju, skulu vit brenna olju.
Men hann staðfesti, at skulu vit tosa um at grøna orku í Føroyum, hevði tann besta loysnin verið at bygt eitt lítið kjarnorkuverk, sum er grønt og sum hevði nøktað allan tørvin í Føroyum.
Men hann ásannar samstundis, at tey, sum altíð tosa um grøna orku, vilja nokk ikki viðgera tann spurningin kortini, hóast tað hevði verið tann skilabesta loysnin.
Á miðdegi kanst tú lesa um, hvat stjórin í Sev, Hákun Djurhuus, heldur um hetta