Eitt herðaklapp til okkum

VELJARAKANNING Sambandsflokkurin: – Hetta er eitt herðaklapp til okkum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum sjálvandi fegnast um góða úrslitið.

At sita við leiðsluni í einum landi plagar vanliga at slíta uppá samgonguleiðarin. Men í hesum føri er øðrvísi.

- Eg haldi, at úrslitið er sera flott, serliga tá ein hugsar um ta orrustuna sum hevur verið hesa seinastu tíðina, sigur løgmaður.

Kaj Leo leggur eisini dent á, at kanningin vísir greitt, at Sambandsflokkurin hevur fingið ein ávísan stabilitet.

- Tað er ikki eitt einstakt mál ella bæði tvey, sum gera at veljarin fer frá flokkinum, fegnast hann um.

- Jú, eg eri ómetaliga glaður fyri hetta úrslitið.