Hetta við samferðsluni er eftir hondini vorðið nakað løgið nakað. Tað er næstan sum um alt er farið í sjálvsving. Vit kunnu ikki góðtaka nakað minni enn tað perfekta samferðslukervi við breiðum Rambøll vegum millum hvørt einasta hús, tunnlar av alskyns slagi við telefon og lampett, og hópin av flogvallum við bæði tvørbreyt og glíðibreyt. Her skal einki vera at seta fingurin á, tí tað tænir landinum. Byggja vit ein vegastubba henda veg, og ein undirsjóvartunnil hin veg, hava vit vunnið tað inn aftur eftir ongari tí. Ja! Faktiskt hava vit ikki ráð at lata vera.
Men hvat er hetta, sum ger, at tá tað snýr seg um vegir og tílíkt, má alt vera 100%, meðan vit góðtaka hálvar og ongar loysnir á so nógvum øðrum økjum? Er hetta ikki tann beri panikkur?
Hevði mann kanska kunna ímyndað sær, at alt Almanna- og Heilsumálaráðið brádliga stó á gosi, tí tey høvdu funnið eina gamla óansaða konu norðuri á Trøllanesi, ið mátti fáa eitt pláss á ellisheimi beinanvegin? At umboðið í Norðurkallsoyar valdømi hótti við at fara í hungursverkfall, um tað ikki gekk nóg skjótt?
Ein krønika av eini aðrari verð, men júst tað, ið eyðkennir politikkin, tá talan er um vegir, havnir, tunnlar og flogvallir.
Nú mugu tit ikki misskilja meg. Eg havi einki ímóti einum fastari sambandi við grannaoynna fyri sunnan. Tað unni eg teimum væl. Eisini sjálvt um einki fólk búi har, varð hetta ein fín íløga í fyrstafloks byggilendi, og ein kærkomin víðkan av miðstaðarøkinum. Men at renna soleiðis avstað, tað mátti ikki veri neyðugt.
Kortini hevur mann longu lagt til brots, og er tað óiva einki annað enn ørkymlan og óvani at broyta mál og mið mitt í øllum rokanum. Avgerðin er tikin, og vit mugu víðari til næsta mál. Hinvegin er hetta eisini enn eitt dømi um, at tá tað snýr seg om asfalt og betong, so er munandi lættari at klintra uppá toppin.
Tí er neyðugt at hyggja nærri eftir, um tað ikki er í raðfestingum landsins, at neyðugt er at seta inn. Hyggja eftir, um fólk skilja tann politikkin, ið verður lagdur fyri dagin, og um tey kenna seg aftur í honum.
Tað eru til dømis nógv fólk ið Føroyum, ið ikki megna at fylgja við í t.d. stórum útbyggingarætlanum, teoretiskum loysingarpráti um altjóða rætt, og øðrum líknandi. Tey vilja hava meiri ítøkiligar frágreiðingar um dagligdagin. Hvussu skipa vit okkum, og okkara sosialu skipanir? Fer Føroyar yvirhøvur at hava ráð til at lívgjarga teimum gomlu og veiku, tá mann í dag áhaldandi setur tey í síðstu røð? Fer tað yvirhøvur at vera stuttligt at búgva her, um neyðin hjá summum verður trýst meira og meira upp í eyguni á teimum væl bjargaðu?
Sjálvur ivist eg ikki í, at vit megna at taka okkum av okkara egnu. Tað snýr seg bara um at býta virðini rætt, og ikki allatíðina lata samferðslukervið sleppa fram um. Ei heldur at veita ovurhonds stóran stuðul til deyðar vinnur so sum rækjuvinnuna á sinni og kolagrevstur, ella at lata skattalætta tá ongum tørvar hann. Dømini kunnu vera mong.
Vit eru eitt ríkt land, sum hevur allar møguleikar fyri at lívbjarga sær sjálvum, bæði sterkum og veikum. Tað snýr seg bara um at menna allar tættir í samfelagnum, og ikki einans útvaldar partar, meðan restin søkkur aftur í myrku miðøld.