Eitt hart stríð sum einki gav kortini

(Rás2) Hoyr Stefan Radosavljovic hjá TB/FCS/Royn seta orð á tepra 0-1 tapið ímóti B36

Tað var uppá eitt hangandi hár, at B36 bert fekk javnleik 0-0 ímóti TB/FCS/Royn.

 

Men í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftrat bjargaði Meinhard E. Olsen B36 sigurin við sínum fimta máli í fimm dystum higartil í ár.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Stefan Radosavljovic hjá TB/FCS/Royn seta orð á dystin, har Suðringar vóru sera nær við at fáa eitt gott stig við sær aftur til Suðuroyar.

 

Stefan Radosavljovic heldur, at í mun til málmøguleikar og spæl var tað eitt ella annað stað rættvíst, at B36 vann 1-0, men hann iðrar seg um, at tá hann og liðfelagarnir vóru so nær við at fáa eitt stig er tað erguligt at standa eftir við ongum.

 

Ungi áleyparin undirstrikar tó, at liðið stríddist væl allan dystin, og tað er nakað teir kunnu taka við sær til komandi heimadyst ímóti AB. Hesaferð var tað hart stríð, ið einki gav kortini. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER