Ólavsøkudag varð ein maður sligin, og málið bleiv meldað í gjár.
Men veit ikki, hvør brotsmaðurin er, men politiið fer nú í holt við at gera avhoyringar og leita eftir brotsmanninum
Eisini bleiv ein tikin um 15 tíðina fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Hetta var í norðurøkinum.
Og aftur klokkan 03 í nátt varð ein tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Løgreglan sær meira og meira til fólk, ið koyra bil, meðan tey hava tikið rúsevni, fortelur vakthavandi hjá politinum.