Tjóðveldi fekk trý umboð vald í býráðið í Havn við valið í gjárkvøldið, og tað er toppskjúttin hjá flokkinum ikki so illa nøgdur við.
- Vit gjørdu eitt gott hál í Kollafirði, har Jákup Dam varð valdur, og vit vóru bara 25 atkvøður frá at fáa fjórða umboðið valt, sigur Jógvan Arge.
Hann vísir eisini á, at bæði Marin Katrina Frýdal og hann sjálvur høvdu betri persónlig val enn seinast.
- Vit hava sitið í samgongu við Javnaðarflokkin seinastu átta árini, og vit mugu siga, at samgongan fekk ein dyggan stuðul frá veljarunum, sjálvt um borgarstjórin fór við størstu framgongdini, sigur Jógvan Arge.
Hann sigur seg hava boðað Javnaðarflokkinum frá, at hann er sinnaður at halda fram við samstarvinum, og hevur ikki hoyrt grett, at Heðin Mortensen kundi hugsað sær at skapt eitt breitt samstarv í býráðnum.
- Tað er nýtt fyri mær, men tað ber væl altíð til at tosa um eitt breitt samstarv, sigur Jógvan Arge.
Tað kemur ikki so óvart á hann, at borgarstjórin fekk so dygga undirtøku til valið í gjár.
- Hann hevur jú verið sjónligur, og í veljarakanningunum hevur hann fingið seks umboð, so tað kemur ikki so ógvuliga óvart á, sigur Jógvan Arge, sum nýtir høvið at ynskja borgarstjóranum tillukku við valinum.










