Útbygging
Nes kommuna hevur í fleiri ár sett pening av til skúlaútbyggingina, men neyðugt verður seinni at taka lán.
- Hetta er sjálvandi eitt ógvuliga tungt tak hjá kommununi, men við verandi skattainntøku, sum liggur um stívliga 26 mió. krónur um árið, halda vit íløguna vera forsvarliga, sigur formaðurin í teknisku nevnd í Nes kommunu, Súni í Hjøllum.
Onnur arbeiði
Hann sigur, at hóast ein stórur partur av fíggjarorkuni hjá kommununi tey fyrstu árini fer til skúlabyggingina, vóna tey, at pláss eisini verður fyri øðrum spennandi og alneyðugum arbeiðum tey komandi árini.
Í Nes kommunu búgva umleið 1250 fólk, skattaprosentið er 20,5, og barnafrádrátturin er 4.500 krónur.