Eitt møguligt fyrsta pláss og hevnd fyri seks keðilig tap móti Ukraina

Okkara manslandslið hevur tapt seks av sjey dystum fyri Ukraina síðani 2018

Savnsmynd frá 2023

Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti seinasta EM-undankappingardystin í bólki 6. Dysturin verður leiktur í stórhøllini við Tjarnir, har Ukraina á sjeynda sinni síðani 2018 er mótstøðuliðið.

 

Vinna Føroyar ella leika javnt, so hava okkara vunnið bólk 6, og tað merkir eina betri styrkismeting til bólkalutakastið í EM-endaspælinum í Noregi, Danmark og Svøríki.

 

KVF vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Harumframt eru manslandsliðið ósigrað í sjey teimum seinastu heimadystunum (seks sigrar og ein javnleikur) á Hálsi og við Tjarnir. Og tað hevur týdning, at okkara framvegis eru ósigraðir á heimavølli aftaná dystin í kvøld. 

 

Manslandsliðið hevur eisini nógv keðilig tap móti Ukraina at hevna. Síðani 2018 hava okkara spælt seks kappingardystir móti Ukraina, og hava Føroyar tapt seks av hesum sjey kappingardystunum. Tað var ikki fyrrenn Føroyar møttu Ukraina á heimavølli 26. apríl í 2023, at tað bragdaði við einum sannførandi 33-26 heimasigri. Áðrenn tað var talan um tvey sera tepur 25-26 og 26-27 tap fyri Ukraina á heimavølli. Á útivølli og á uttanveltaðum vølli hava vit tapt 22-30, 19-30, 21-25, 25-29, og 10. november í fjør 32-35, har okkara mistu takið á dystinum seinastu løtuna. Tí hevur tað týdning at fáa ein sigur á Ukraina seinnapartin í dag. Tvey tey fyrstu tapini: 22-30 og 19-30 vóru uppibornir ukrainskir sigrar, men fleiri av hinum tapinum vóru súr fyri manslandsliðið.

 

Miðaloddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á føroyskan sigur eru 1,39. Miðaloddsini upp á ukrainskan sigur eru 3,67. Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,73. 

 

Savnsmynd frá 2023