VIDEO: Gullbrandur skoraði í stórsigri

Sandnes ULF er eitt stig frá oddinum

Liðskiparin hjá Sandnes ULF, Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir spældu sunnudagin dyst á útivølli í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Á útivølli eydnaðist tað Sandnes at vinna stórsigur 5-2 á Brattvåg. Heimaliðið legði seg á odda í 25. minutti, men fimm minuttir seinni javnaði Gullbrandur við einum góðum stútara.

 

Í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá Sandnes, ið skoraði fýra ferðir, meðan heimaliðið bert megnaði at svara aftur við einum máli.

 

HER  ber til at síggja málini frá facebooksíðuni hjá Sandnes ULF.

 

Sandnes er triðfremst í deild 1 í triðbestu deildini við 11 stigum fyri seks dystir. Teir eru eitt stig aftanfyri oddaliðið, Notodden, ið hevur 12 stig.

 

Leygardagin 24. mai hevur Sandnes heimadyst móti Lysekloster.