Gallakvøld
Karmurin um gallakvøldið var hesaferð HB-húsið í Gundadali, og hóast stuttu freistina, so vóru nærum 200 gestir við borðið, tá Hilmar Jan Hansen setti gongd á borðhaldið.
At freistin hevði verið somikið stutt, komst av, at gallakvøldið í ár var í veruligum vanda fyri at verða avlýst. At enda tók dómarafelagið tó um endan, og upp á rekord-tíð høvdu tey riggað kvøldið til. Og tað kann sláast fast alt fyri eitt, at talan var um gott fyrireikingararbeiði.
Rørdur vinnari
Í allar mátar var talan nevnliga um eitt frálíkt kvøld hjá luttakarunum. Skemtið var í hæddini, tá Hilmar Jan hevði eina parodi upp á Torbjørn Jacobsen, ið helt eina røðu um importeraðu donsku dagdvøljuna, sum hondbóltur jú er, og so vóru tað sjálvandi eisini handanir av ymsum slag, sum vóru á skránni.
Tað var kanska væntandi, men við trimum steypum má sigast, at Daiva Toumaite hjá VB gjørdist stóri vinnarin á kvøldinum. Hon varð longu undan kvøldinum besti málskjúttin í kvinnudeildini. Hartil fekk hon eisini heiðurin sum besti álopsleikarin í kvinnudeildini, og sjálv onnur varð hon so eisini kosin ársins leikari í kvinnudeildini. Hendan seinasta heiðurin mátti hon tó eisini býta við Joan Midjord Djordjevic úr Stjørnuni, sum hevði fingið eins nógvar atkvøður. Hartil kann nevnast, at Daiva varð kosin triði besti verjuspælarin, so tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at hon hevði stóran týdning fyri gullið hjá VB-kvinnunum í ár.
Hjá monnunum var meira javnt býtt, men fagnaðurin var stórur, tá ársins spælari varð kosin. Hesin varð í ár Agnar Joensen hjá VÍF, sum hevur havt eitt framúr kappingarár, og tað var ein sjónliga rørdur Agnar, sum gekk upp á pallin at fáa steyp og rósur. Sum einasti av spælarunum tók hann eisini mikrofonina og gav eina tøkk til teirra, sum høvdu atkvøtt fyri sær, áðrenn hann at enda gav Inga Olsen heiðurin fyri, at hann kundi gera somikið nógv um seg á strikuni, sum hann hevur gjørt í ár.
Og so var bara eftir at hugna sær. Og tað varð eisini gjørt. Tað mundi væl og virðiliga verið farið at lýsa, tá seinastu gestirnir fóru heim, men tá høvdu tey so eisini sett eitt ordans punktum fyri enn einum hondbóltsárið.