Eitt fjálgt og sosialt menniskja er farið

Hon hjúklaði um sína familju og vinfólk, og sanniliga eisini um sínar starvsfelagar

- Øll sum eru so heppin at hava havt Onnu í sínum lívi vita, at hon var eitt fjálgt og sosialt menniskja.

 

Soleiðis skrivar Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, um Onnu V. Ellingsgaard, tíðindakvinnu í Kringvarpinum, sum doyði í fyrradagin av krabbameini, bara 48 ára gomul.

 

- Hon hjúklaði um sína familju og vinfólk, og sanniliga eisini um sínar starvsfelagar, sigur tíðindaleiðarin.

 

- Sjálvandi vistu vit, at Anna var sjúk. Álvarsliga sjúk. Men hon hevði vunnið á herviliga krabbanum eina ferð áður, so vit biltu okkum inn, ella vónaðu í hvussu er, at hetta sterka og treiska kvinnumenniskja skuldi vinna á herviligu sjúkuni eina ferð enn.

- Men hesa ferð tapti hon.

 

Men sama, hvussu illa stóð til hjá Onnu, hevði hon altíð viðmerkingar til tíðindaflutningin í Kringvarpinum. Bæði positivar og negativar, men altíð erligar, tí soleiðis var Anna, sigur Liljan Weihe.

 

Les eisini: Minningarorð um Onnu V. Ellingsgaard

 

Les eisini: Hava mist eitt vitugt og gløgt menniskja

 

Les eisini: Til mína vinkonu, Onnu V. Ellingsgsaard