Eitt fet nærri fyrsta meistaraheitinum

Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt mál í fyrru DM-finaluni

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagar hansara í BSV eru eitt fet nærri sigrinum í donsku landskappingini, eftir at teir í kvøld funnu fyrru finaluna 27-20 móti Team Tvis Holstebro.

 

Í Silkeborg smurdi Bjerringbro-Silkeborg Team Tvis Holstebro av framman fyri 2845 áskoðarum, sum er nýtt met í Silkeborg.

 

Heimaliðið setti seg tíðliga á dystin og TTH mátti stríðast fyri at megna at fylgja við væluppløgdu BSV-spælarunum.

 

Eftir 20 minuttir var støðan 11-5 og í hálvleikinum var støðan 16-10 til BSV. 

 

Jóhan á Plógv Hansen var eyðsýndur í semifinaluni, men í dag megnaði hann ikki at seta dám á dystin í sama mun. Eitt mál bleiv tað tó til í dystinum.

 

Team Tvis Holstebro skal nú vinna seinnu finaluna leygarkvøldið við minst átta málum. Hetta verður fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins, um BSV megnar at hóra undan leygarkvøldið.