Eitt føroyskt unikum

Tveir sigrar í donsku skakliguni sendu rating-talið upp um 2400, og so kann Helgi Dam Ziska rópa seg altjóða meistara

Talv

Enn eru tíðindini ikki váttað alment, men tað skuldi verið púrasta víst. Eftir tveir sigrar í donsku skakliguni um vikuskiftið, er rating-talið hjá Helga Dam Ziska kropið røttu megin tey 2400, sum eru kravd, um Helgi skal sleppa at seta eitt IM framman fyri navn sítt, tá telvað verður í framtíðini.
Undan hesum hevði Helgi longu vunnið sær teir tríggjar IM-normarnir, sum eisini eru IM-krav, og síðani hevur bert rating-talið restað.
Sigrarnir um vikuskiftið vórðu fingnir til høldar móti telvarum við ávikavist 2237 og 2217 í rating, og hetta skuldi verið nóg mikið hjá Helga, siga serkøn innan talvítróttina.
Rating tølini verða ikki alment kunngjørd enn, men hóast tað skuldi gingið av skriðjuni næstu talvini hjá Helga, so hevur hann nú verið oman fyri tey 2400, og tí er einki at ivast í, at hansara navn stendur á listanum, tá FIDE seinast í januar mánaði fer at útnevna nýggjar IM- og GM-telvarar.

Eitt unikum
Og tað hevur veruliga vakt ans, at Føroyar nú hava ein telvara, sum bara 16 ára gamal hevur vunnið sær IM-heitið.
Talvkøn siga, at verður sæð burtur frá norska Magnus Carlsen, sum verður mettur sum kanska størsta talvtalentið í heiminum, so er Helgi í dag helst sterkasta norðurlendska kortið, um hugt verður nøkur ár fram.
Og at hann í Danmark eisini er á liðnum hjá seksfaldu DM-vinnarunum úr Helsinge, sigur nú heldur ikki einki um styrki hansara við borðið. Og úr einum føroyskum sjónarhorni er so eisini hugaligt at staðfesta, at eisini John Arni Nielssen er at finna á liðnum hjá Helsinge.