Eitt drúgt bókalán

Starvsfólkini á Camden-bókasavninum í avstralska býnum Sidney stóðu sum Kánus, tá savnið nú um dagarnar fekk eina bók, sum eitt viðskiftafólk hevði lænt har tann 30. januar í 1889 ella fyri 122 árum síðani.

Talan var um bókina „Insectivorous Plants“ hjá bretska náttúrugranskaranum Charles Darwin, sum kom út í 1875. Eftir at hava kannað málið eru tey á Camden-bókasavninum komin eftir, at bókin kom á ein lærdan háskúla í Sidney, og at fólk har vóru komin til tað úrslit, at tað var Camden-bókasavnið, sum átti hana.

Til stuttleika hava tey á Camden-bókasavninum roknað út, at sektin fyri at lata savninum bókina so seint hevði verið 35.000 avstralskir dollarar.

„Insectivorous Plants“ er nú vorðin serlig framsýningarbók á Camden-bókasavninum.